Nú ber til at keypa ferðaseðil við Norrønu beinleiðis á heimasíðuni hjá Smyril Line. Nýggja tænastan er umráðandi liður av arbeiðinum hjá Smyril Line at laga seg til tørvin hjá kundunum. Í hesum døgum er tað sera umráðandi, at kundin kann keypa sín ferðaseðil alt samdøgrið og at tað er einfalt og lætt.
Skipanin er ment saman við veitaranum av bookingskipanini hjá Smyril Line, Novedas, og í fyrstu syftu verður skipanin tøk á føroysku heimasíðuni. Seinni verður hon løgd á ensku, donsku og týsku heimasíðurnar.










