Kerr undir trýsti

Miðlarnir skriva, at fáast trý stig ikki úr Føroyaferðini, verður venjarin helst sekkjaður. Sjálvur sigur Brian Kerr, at talan verður um hart arbeiði

Írland

Tað var kanska ikki so nógv úrslitið móti Ísrael, sum hevur fingið ilt í miðlarnar har á leiðini. Heldur var tað mátin, har Írland eftir at hava verið á odda 2-0, læt Ísrael skora tvær ferðir. Og enntá kom undir stórt trýst seinastu løtuna, eftir at Andy O'Brien hevði fingið reyða kortið.

Hetta saman við úrslitinum í Tel-Aviv, har Írland í seinasta minuttinum misti leiðsluna, hevur nú av álvara fingið ilt í írsku miðlarnar, og mánadagin skrivar the Sun, at Brian Kerr nú er í vanda fyri at fáa sekkin.
Sagt verður, at fleiri limir í írska fótbóltssambandinum hava mist álitið á Kerr, og at alt annað enn ein sigur í Føroyum fer at hava við sær, at venjarin verður sagdur úr starvinum.
Kerr hevur annars verið sera væl lýddur, síðani hann í desember mánaði 2002 tók við eftir Mick McCarthy. Síðani tá hevur Írland spælt 12 landsdystir, og bert ein av hesum er taptur.

Mugu vinna á oddaliðunum
Sjálvur tykist Brian Kerr tó ikki at leggja alt ov nógv í tosið um eina møguliga uppsøgn.
Hann viðgongur, at tað var svárt at missa leiðsluna móti Ísrael, men hann heldur dómarin átti eins nógva skuld í hesum, sum hann og spælararnir. Ikki minst ilskaðist hann um sjónleikin, sum málverjin hjá ísrael framførdi undan útvísingini, men hóast írska Fótbóltssambandið hevur sent inn kæru hesum viðvíkjandi, so hevur UEFA ikki gingið hesari á møti. Einamest tí UEFA ikki viðurkennir sjónbandaupptøkur sum prógv.
Men hvussu er og ikki, so hevur Kerr framvegis fult álit á sínum liði.
- Vit hava fýra dystir eftir - tveir heima og tveir úti. Vit kunnu framvegis fáa 12 stig í hesum dystunum, og veruleikin er, at vit framvegis hava fínan møguleika at koma víðari.
- Bólkurin er jú víðopin. Einki av teimum fýra ovastu liðunum hevur tapt, og tí er heldur eingin sloppin avstað undan hinum. Tað er tað, sum tað ræður um. At vinna ein dyst móti hinum oddaliðunum, og so sjálvandi sleppa undan at kiksa móti Føroyum ella Cypros.

Hart arbeiði
Og tá tosað verður um dystin mikudagin, so ivast Kerr ikki í, at talan verður um hart arbeiði.
- Føroyingarnir sýndu móti Sveis leygardagin, at teir verða ikki lættir at syfta. Teir vóru um reppi at fáa eitt óvæntað stig, tá teir javnaðu, men Sveis fekk so bjarga sær kortini.
- Teir spæla aggressivt og beint fram eftir, soleiðis sum tú kanst rokna við, og teir duga væl at gagnnýta sínar eginleikar. Teir hava sjálvandi ikki tær stóru stjørnurnar, men tað er ein væl skipaður bólkur, og í Henrik Larsen hava teir ein góðan venjara.
- Tað stutta av tí langa er, at teir gjørdu dystin sera truplan fyri Sveis leygardagin. Og teir fara uttan iva at gera tað sama móti okkum mikukvøldið, sigur Brian Kerr at enda.