Kent verk hjá Rabindranath Tagore á føroyskum

Posthúsið ? er sera vakur og filosofiskur leikur eftir bengalska skaldið Rabindranath Tagore (1861-1941). Leikurin snýr seg um tann deyðasjúka smádrongin Amaal, ið ikki sleppur út at spæla fyri læknanum, men bara má sita og hyggja út gjøgnum gluggan. Og honum leingist út í sólina.

BÓKMENTIR: Til endans lærir Amaal øll tey vaksnu ? ikki minst tann fátæka ostaseljaran, ið gongur bygd úr bygd at selja ost ? at gleðast um sítt arbeiði, og at grasið ikki altíð er grønari hinumegin ánna:

Amaal: »Nei, eg vil ongantíð gerast lærdur. Eg vil vera sum tú og koyra ost í kurvina og ganga úr bygd í bygd og selja. Á, sum tú dugir væl at rópa hart: ?Ostur til sølu!? Mær dámar so væl at hoyra teg rópa ? eitt slíkt løgið lag kemur at meg, hvørja ferð eg hoyri teg rópa aftan fyri hasi stóru trøini har yviri! Eg kenni tað á sama hátt, tá eg hoyri fuglarnar, sum flúgva høgt uppi, láta niður til mín...«

Rabindranath Tagore var tikin úr leikum sum skald. Náttúrulýsingar og sakleysu eygleiðingar hansara eru sum at lesa lovsongirnar í Rig Veda, tí tær koma úr einum hjarta sum ? eins og tað hjá Amaal ? syngur fyri lívinum og fyri mannaættini.

Posthúsið er ein djúpt symbolskur og inniliga hjartanemandi leikur um at ogna sær ta vitan og tær royndir, ið ikki eru at finna í nøkrum bókum.

Í ár eru 150 ár síðani, Rabindranath Tagore varð føddur í Kalkutta, og 70 ár síðani hann doyði. Posthúsið er tískil jubileums-útgáva eins væl og fyrsta heila verk eftir Tagore, sum nakrantíð kemur út í føroyskari týðing.

Jákup Dahl og Alexandur Kristiansen hava ávikavíst í 1924 og 1999 latið prentað yrkingatýðingar eftir Tagore, og Sigurð Joensen prentar í ?Søgubókini?, 1949, eina týdda stuttsøgu.

Agnar Artúvertin (f. 1979) týddi, og Forlagið Fannir gevur út. Bókin er at fáa í ymsum bókhandlum kring landið.