Kent Kristensen stovnar nýtt ferðavinnufelag

Tað var 8. august, at boðað varð frá, at Kent Christensen fór frá sum stjóri í 62°N, og at hann hevði selt sín part av fyritøkuna til hinar eigararnar, Heidi Petersen og Tummas Christoffersen í Vestmanna

Tað var 8. august, at boðað varð frá, at Kent Christensen fór frá sum stjóri í 62°N, og at hann hevði selt sín part av fyritøkuna til hinar eigararnar, Heidi Petersen og Tummas Christoffersen í Vestmanna.

 

Men longu 13. auguast stovnaði Kent Christensen saman við konuni, Maria Samson Christensen, nýtt ferðavinnufelag, Sp/f Make Travel, við heimstaði í Sørvági.

 

Tað var í 2007, at Kent Christensen keypti Flogfelag Føroya saman við Heidi Petersen og Tummasi Christoffersen frá gomlu eigarunum. Felagið skifti navn til 62°N og helt fram við ferðaseðlasølu, bilútleigan og við Hotel Vágum, sum skifti navn til Airport Hotel.

 

Virksemið hjá felagnum er broytt, eitt nú er hotelparturin seldur frá. Sambært Heidi Petersen vóru tey ikki samd um, hvussu felagið skuldi rekast framyvir, og tí varð Kent Christensen keyptur úr felagnum.

 

Nýggja felagið, Sp/f Make Travel, hevur hjánøvnini:

Sp/f Make Catering,

Sp/f Make Events,

Sp/f Make Faroes,

Sp/f Make Ferðir,

Sp/f Make Holidays,

Sp/f Make Incoming,

Sp/f Make Sightseeing,

Sp/f Make

 

Stjórar í nýggja felagnum eru Kent Lindquist Christensen og Maria Samson Christensen í Sørvági.

 

Endamál felagsins er sambært lýsing hjá Skráseting Føroya at reka ferðavinnu, handil og annað virksemi í hesum sambandi.