Basaltbrunnar
-Tað er sera gott og ein lætti, at henda avtalan nú er komin uppá pláss. Tað hevur tikið langa tíð, lutvíst tí vit skuldu semjast við feløgini, og tey skuldu semjast innanhýsis. Men tað hevur verið tað vert sigur Sigurð í Jákupsstovu.
Hann metir sjálvur, at vit føroyingar hava fingið tað burtur úr, sum ein kundi ynskt sær, nú tveir brunnar blíva inni á basaltinum komandi tvey árini, ístaðin fyri teir fýra, sum eftir ætlanini skuldu borast í landssynningshorninum á landgrunninum. -Hetta eru tveir spennandi brunnar, sum í hvør sínum lagi fara at geva okkum sera týðandi upplýsingar. Og fyri tað um annar miseydnast, so kann hin gerast ein succes. So samanumtikið ein sera góð tíð fyri føroyska oljuleiting við tveimum brunnum inni á basaltinum. At fasthaldið teir fýra brunnarnar hevði als ikki givið eins góða meining, sum tað, ið nú verður gjørt.