Kenslurnar eru øgiliga blandaðar

KÍ venjarin kennir seg ikki at hava havt marginalirnar við sær í teimum báðum dystunum síðstu dagarnar, sum eru endaðir málleysir

Máltalvan vísti framvegis 0-0, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í Klaksvík, har HB var gestur.

KÍ hevði fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki, men fram ímóti dystarenda, tá ið klaksvíkingar vóru meiri framrættaðir, høvdu bæði Øssur Dalbúð og serliga innskifti Símun Samuelsen stóran møguleika at leggja HB framum.

Mikukvøldið endaði tað málleyst, tá ið KÍ var á útivølli ímóti Víkingi.

Nú hevur KÍ spælt tveir dystir uttan at finna málið.

Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er á silvurplássi, og at HB er á fimta plássi. Nú tað resta trý umfør er HB sjey stig frá europeiska atgongumerkinum.

-Tað var tætt og spennandi, og úrslitið ber við sær, at vánirnar at vinna okkum í Europa ikki eru realistiskar, men sjálvandi fara vit at stríðast fyri at vinna fulla úrtøku tær tríggjar ferðirnar, sum eru eftir at spæla, sigur HB venjarin Sigfríður Clementsen.

 

KÍ venjarin Mikkjal Thomassen sigur seg sita við blandaðum kenslum:

-Eg havi ikki ráð til bara at hugsa um FM. Fyrsta raðfesting er at tryggja okkum pláss í Europa. Tað haldi eg, at vit nú hava. Bæði í Gøtu og aftur í dag hava vit havt upplagdar møguleikar at skora mál og harvið at vinna. Tað hava ikki vit ikki megnað. Marginalirnir hava ikki verið við okkum, og tí er FM møguleikin ikki so stórur.

Fram ímóti dystarenda mistu vit skipanina av liðnum burtur. Í sovornum førum verður tað sum at spæla lotto. Tá tapir tú oftast, og tað var um reppið, at vit mistu øll stigini, tí vit góvu teimum góðar møguleikar. Eg gav spælarunum eina ordiliga skolu, og tíbetur taptu vit ikki, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen, sum framvegis sær stórar avbjóðingar fyri framman:

-Vit skulu til Suðuroyar og í Gundadal ímóti B36, áðrenn vit fáa vitjan av NSÍ í síðsta umfari. Tað er alneyðugt at vera sera fokuseraðir, um tað skal eydnast okkum at varðveita støðuna, sum vit nú eru í.

 

http://www.in.fo/myndasavn/album/?L=