Kenningur úr Póllandi skal halda skil á

Fótbóltur: Dómaratrioin í Bosnia verður úr Póllandi

Tað vera pólverjar, sum skulu halda skil á í kvøld, tá Bosnia-Hersegovina og Føroyar í nógvum hita og í nógvum kunstigum ljósi skulu spæla á turra og tískil harða grasvøllinum í Sarajevo.

Dómarin eitur Tomasz Mikulski, og hetta er ikki fyrsta ferðin, at hann hittir føroyskar fótbóltsspælarar, sum stríðast suðuri í Europa. Tá Føroyar 11. oktober í fjør spældu í Gijón móti Spania, vóru svørtklæddu menninir úr Póllandi, og tá var hesin Tomasz Mikulski linjuverji.


Næstan útihýstir

Bara fyri nøkrum heilt fáum vikum síðani var tað um reppið, at pólverska fótbóltssambandið varð varpað burturúr øllum altjóða samstarvi. Orsøkin var tann, at politisku myndugleikarnir í Póllandi høvdu sett leiðsluna í pólverska fótbóltssambandinum frá og í staðin høvdu teir sett eina nýggja leiðslu.

UFFA og FIFA funnu seg ikki í hesum, og settu eina ávísa freist at fáa gomlu leiðsluna aftur í sínar sessir.

Politiska leiðslan boygnaði, og nú verður pólverskur fótbóltur aftur stýrdur av fótbóltsmonnum og luttekur tískil í altjóða samstarvi, og tað fara føroyingarnir at merkja í kvøld.

Einasta sambandið, sum føroyskur fótbóltur higartil hevur havt við Bosnia-Hersegovina, var tá landsliðið 23. oktober 1996 tapti 3-0 á útivølli móti Slovakia. Ta ferðina var dómarakvartettin úr Bosnia-Hersegovina. Dómarin í Bratislava æt Salem Prolic.