Stutt eftir klokkan 01.00 í nátt varð løgreglan í Klaksvík fráboðað, tí ein bilur hevði rent á ein garð við posthúsið. Síðan gekk ein lítil løta til ein onnur fráboðan kom. Tá vóru tað fólk frá eystaru síðu av víkini, ið boðaðu frá, at ein bilur var farin útav kaiini.
Tað gekk skjótt frá tí at fráboðanin kom, til sløkkiliðið kundi staðfesta, at eingin var í bilinum. Einki fólk var at síggja, og varð leiting tískil sett í verk, sigur sløkkiliðsformaðurin. Tað vísti seg, at tveir mans vóru í bilinum, og at báðir høvdu svomið í land. Vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík sigur, at illgruni er um at mennirnir vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Blóðroyndir vórðu tiknar av monnunum, sum skulu avgera um tað er so. Mennirnir vóru fyribils sendir til hús, meðan bíðað verður eftir blóðroyndunum.
Mennirnir eru kenningar hjá løgregluni í Klaksvík, og eru teir í 30 árunum.