Kendur veðurlagsgranskari doyði á innlandsísinum

Tað var ein altjóða kendur sveisari og veðurlagsgranskari, sum um vikuskiftið læt lív á grønlendska innlandsísinum.

 

 

Sermitsiaq veit nú at siga, at tað var ein sveisiskur veðurlagsgranskari - 68 ára gamli, Konrad Steffen - sum doyði á grønlendska innlandsísinum seinasta vikuskiftið. Leitað varð eftir manninum, men tá spor vístu, at hann helst var farin niður ímillum eina rivu í ísinum, og hann eftir øllum sólarmerkjum var deyður, helt leitingin uppat.

Sambært grønlendsku heimasíðuni var Konrad Steffen - ella "Koni", sum hann varð róptur millum manna - eitt kent navn á altjóða pallinum innan veðurlagsgransking, og í mong ár granskaði hann veðurlagsbroytingar á støðini Swiss Camp á leiðini í Grønlandi, har hann nú læt lív.

Konrad Steffen var leiðari fyri sveisiska stovnin innan skóg-, kava- og landslagskanningar, og her verður hann róstur til skýggja sum ein sera dugnaligur vísindamaður og ein slóðbrótari innan veðurlagsgransking.

Í 1984 gjørdist hann doktari við University of Boulder i Colorado, og øll hesi mongu ár síðan hevur hann kannað veðurlagsbroyingar, bæði í Arktis og Antarktis. Vanlukkan hendi nær støðini - Swiss Camp - sum liggur einar 70 kilometrar úr Ilulissat.

##med2##