Kendur málverji er aftur á Svangaskarði

Betri deildin menn: Tórður Thomsen verður bæði eykamálverji og málmansvenjari

B68 hevur í kvøld gjørt avtalu við roynda málverjan, Tórð Thomsen, sum hevur vunnið heili fýra FM í síni yrkisleið. Um skifti til B68 sigur Tórður Thomsen við Facebook-síðuna hjá B68, at hann og Jákup á Borg hava tosað saman í eina tíð.

 

- Eg og Jákup hava havt dialog í eina tíð nú. Eg kenni væl Jákup og restina av venjaratoyminum í B68, og tað er heilt sikkurt verið ein avgerðina faktorur í mínari avgerð. Tá man kemur í mín aldur sum fótbóltspælari, so eru tað nógvir spurningar, sum man skal spyrja seg sjálvan, og hóast eg leingi havi verið í iva um, hvat eg ætli mær, so følist hetta sum tann heilt rætta avgerðin fyri meg, har eg fái ment meg sum spælara, venjara, og týdningarmest av øllum persón, sigur Tórður Thomsen og leggur afturat:

 

- Hóast eg bert havi verið til eina venjing, so eri eg sera glaður fyri avgerðina. B68 er eitt felag og eitt lið í menning, sum hevur høgar ambitiónir, eitt sera sterkt venjaratoymi, ein góðan og hartarbeiðandi felagsskap og millum bestu umstøður í landinum.

 

Tórður Thomsen kemur at hava eina sokallaða "multi-funktión" í felagnum, sum inniber, at hann kemur at vera málverji og hann kemur eisini at vera í venjaratoyminum hjá Jákupi á Borg.