TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við verjuskansan, Sonna Ragnar Nattestad, sum saman við hinum í verjuni ruddaði fyri nógvum, tá Føroyar leiktu 0-0 ímóti Lettlandi í HM-undankappingardystinum, sum var leiktur á Tórsvølli fyrr í kvøld.
Sum liðfelagarnir iðrar Sonni Ragnar Nattestad seg eisini um, at stóru málmøguleikarnir sum fullu føroyingum í lut ikki blivu gagnnýttir.
Persónliga kann Sonni Ragnar Nattestad tó fegnast um, at hann aftur hevur spælt ein heilan landsdyst, og hann er klárur at tørna til aftur ímóti Ungarn í Budapest komandi týskvøld.