Kendasti føroyingur í Íslandi, Jógvan Hansen úr Klaksvík hevur tikið tað stóru avgerð at gifta seg og leygardagin stóð vígslan í Hallgrímskirkjuni, har nógvir kendir íslendskir tónleikarar sungu og spældi.
Kona hansara er Hrafnhildur Jóhannesdóttir og er lærari og eftir vígslununa var veitsla á Hotel Hilton fyri 200 gestum og umframt alt annað, fingu tey eisini høvi at royna bæði skerpikjøt og hákall.
Umframt nógvir íslendingar, vóru eisini fleiri føroyingar í brúdleypi og islendsk bløð skriva, at summir teirra settu ein serligan dám á hátíðardagin í føroyskum klæðum.
|