- Tann helst kendasta húgvan í fótbóltssøguni er lend í Graz, saman við eigara sínum, Jens Martin Knudsen. Soleiðis byrjar Der Standard greinina. Víðari skrivar blaðið, at Jens Martin hevur legendarisku húgvuna við sum ein ?talisman? - eydnugrip, og leggur blaðið aftrat: - Henda topphúgvan hevur seinastu 19 árini verið ímyndin av tí størstu skommini í eysturríksku fótbóltssøguni. Tann 12. september í 1990 megnaðu Toni Polster, Andreas Herzog og hinir á eysturríkska liðnum ikki, at fáa bóltin framvið manninum við hvítu húgvuni, sum tá koyrdi truck á einum fiskavirki í Runavík. Blaðið undirstrikar, at sigurin í Landskrona er ?ein neues National-Epos? - ein nýggj tjóðarsøgn í Føroyum.
Í viðtalu við Der Standard slær Jens Martin fast, at tað er ikki lætt at skora mál ímóti Føroyum. - Vit hava fingið góð úrslit í HM-undankappingini. Vit hava ongantíð tapt við meir enn tveimum málum. Okkara verja stendur væl. Eysturríki sleppur at arbeiða hart, um teir ætla at vinna dystin, staðfestir Jens Martin yvirfyri Der Standard.
Víðari sigur Jens Martin við eysturríkska blaðið: - Eysturríkar fara at leggja eitt stórt trýst á, og fara at royna at fáa eitt skjótt mál. Men vit hava møguleikan fyri einum góðum úrsliti. Eysturríkar hava ikki so nógvar rutineraðar spælarar hesaferð. Har eru seks ella sjey spælarar burtur, sum spældu ímóti okkum í fjør. Men teir sum eru komnir á liðið eru alt góðir spælarar, undirstrikar Jens Martin, sum hevur sæð sjónbond av eysturríkska landsliðnum.