Kemur ikki upp á tal at hækka skattin

- Fyri okkum hevur tað sera stóran týdning at byrgja upp, at stígur kemur í búskapin, so at hann kann halda fram við at vaksa, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum

- Tað eru tekin um, at stígur er við at koma í alheims búskapin og ein tann størsta avbjóðingin hjá eini komandu samgongu verður at forða fyri, at føroyski búskapurin verður raktur, so at hann tvørturímóti kann halda fram at mennast.

- Tað staðfesti Jørgen Niclasen, formaður Fòlkafloksins, beint áðrenn hann í morgun fór at samráðast við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at skipa nýggja samgongu eftir løgtingsvalið leygardagin.

Jørgen Niclasen heldur, at størstu snávingarsteinarnir í samgonguni verða spurningarnir um einskiljingar, fiskivunnu-og búskaparmál og viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark.

Men hvørji mál skulu einskiljast, vil hann onki siga um.

Hinvegin hevur hann varhugan av, at tað fer at bera til at finna semju um tey uttanríkispolitisku viðurskifini.


Men skuldi tað eydnast at semjast um eitt samgonguskjal, er ein snávingarsteinur eftir og tað er, hvussu málsøkini skulu býtast ímillum flokkarnar.

Jørgen Niclasen væntar nevniliga ikki, at býtið ímillum flokkarnar verður heilt tað sama, sum tað var í undanfarnu samgongu.

- Tað vænti eg ikki. Tað verða onkrar broytingar og tað haldi eg eisini er sunt fyri at fáa nýggj hugskot, heldur enn at ávísir flokkar at kalla fáa patent upp á ymisk málsøki.

Formaður Fólkafloksins sigur, at fekk fólkaflokkurin sín vilja, verður størsti denturin lagdur á bæði sjálvstýrismál og á búskaparmálini.

- Eftir okkara tykki ganga hesi bæði málini hond í hond, men hvat endin verður, er ikki til at siga.

Men hvussu ætla tit at tryggja tykkum, at stígur ikki kemur í búskapin, sum tú stúrir fyri, kann fara at henda.

- Vit at vera varin, sigur hann og hetta er tað einasta, hann vil siga.

- Men útgangasstøðið er gott, tí vit hava ein skuldarfrían landskassa, har vit eiga líka nógv í kassanum, sum vit skylda, leggur hann afturat.

Verður skattalætti ein partur av tykkara krøvum?

- Tað vita vit onki um, tí vit eru ikki liðug at samráðast. Men tað er í øllum førum greitt, at Fólkaflokkurin fer ikki at góðtaka, at skatturin verður hækkaður?.

Hvørki beinleiðis skattur ella mvg og onnur avgjøld?

- Skattur av beinleiðis arbeiði skal undir ongum umstøðum hækka. Har eru vit hvørki til at høgga ella stinga í. Annars fer tað at vísa seg, hvat samráðingarnar føra til og eitt uppskot er frammi um at leggja avgjøldini av bilum um eftir, so har kunnu broytingar verða, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.