Kemilux nýggj høli

Debus Heinesen er einsamallur á nýggju borgini hjá Kemilux á Sandvíkahjalla

Høli

Kemilux hevur fingið nýggj høli á Sandvíkahjalla. Kemilux hevur leigað ein part av bygninginum, ið Tórshavnar Skipasmiðja eigur.
?Vit hava leingi leitað eftir nýggjum hølum, tí í hølunum í Mykinesgøtu er alt ov trongligt, har bæði framleiðsla og alt lagrið skuldu húsast saman, sigur Debus Heinesen, sum er leiðari á deildini á Sandvíkahjalla.
Á Sandvíkahjalla fer øll sølan og øll útflyggjan hjá Kemilux at vera.
Debus Heinesen, sum fyribils verður einasta starvsfólkið í nýggju hølunum, er ógvuliga fegin um at hava fingið hesi sera rúmligu høli.
?Vit hava merkt nógv til, at sølan bara veksur, og hetta ger, at vit hava sera stóran tørv á nýggjum og góðum hølum, sigur Debus Heinesen.
Hjá Kemilux selja tey bæði sápu til ídna og til húsarhaldani.