USA leggur ætlanir um at flyta fólkið av sendistovu landsins í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kiev. Tað skrivar tíðindastovan AP, sum endurgevur ónevndar keldur í Washington.
Sambært tíðindastovuni verður roknað við, at USA tíðliga í morgun fer at boða frá, at øll starvsfólk á sendistovuni skulu fara úr Ukraina.
Orsøkin er óttin fyri russiskari innrás í Ukraina.
Amerikanska uttanríkisráðið hevur ikki váttað upplýsingarnar fyri AP. Keldurnar siga, at eitt avmarkað tal av starvsfólkum á sendistovuni verða flutt vestureftir nærindis Póllandi.
Síðst í januar gav USA boð um, at familjur hjá starvsfólkum á sendistovuni í Kiev skuldu fær úr Ukraina.
Í gjár kallaði USA allar amerikanskar ríkisborgarar heim. Um borgarar ikki fara úr landinum innan 48 tímar, kundu tey ikki rokna við hjálp, segði amerikanski trygarráðgevin Jake Sullivan.
Orsøkin var sambært Jake Sullivan vandin fyri russiskari innrás í Ukraina. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
– Vit síggja alsamt tekin um økt russiskt virksemi, fleiri deildir, sum koma til ukrainska markið.
Lesið eisini: H71 til Ukraina: Bíða eftir boðum úr hægri stað
– Vit eru komin har til, at ein innrás kann henda nær sum helst, segði amerikanski trygdarráðgevin í gjárkvøldið.
Hann staðfesti, at Russland beint nú hevur savnað hermegi við markið til Ukraina, sum er nóg stór at fremja eitt umfatandi álop.
USA hevur seinastu vikuna mett, at Russland hevur savnað eina hermegi við útvið 130.000 hermonnum við markið til eysturpartin av Ukraina og við markið til Hvítarussland.
Russland hevur vísta aftur, at landið leggur ætlan um álop á Ukraina, men álitið á Putin er í botni hjá Nato-sameindum.
Fleiri lond, teirra millum Danmark, gjørdu í gjár av at heita á sínar borgarar um at fara úr Ukraina.
/ritzau/