Fyri nøkrum vikum síðani rýmdi Kevin Keegan úr starvinum sum venjari hjá Newcastle, tí hann var ósamdur við leiðsluna í felagnum. Nú er líkt til, at verandi eigarar av Newcastle hava hug at selja, og verður eigaraskifti í felagnum, er Keegan til reiðar at fara aftur í starvið sum venjari. Fyribils røkir Joe Kinnear starvið sum venjari hjá Newcastle.