Prísirnir halda fram at hækka. Hetta er tann keðiliga forsøgnin hjá Jan Otto Holm, búskaparfrøðingi, í Kvf. Prísvøksturin hevur verið stórur hetta seinast árið, og hóast hann er avhæsaður, halda prísirnir kortini fram at hækka hesa næstu tíðina.
Nógv tær flestu fyritøkurnar í Danmark, sum selja matvørur, vænta, at prísirnir fara at hækka enn meiri hesa næstu tíðina.
Jan Otto Holm vísir á, at vit fáa nógv tað mesta av okkara matvørum úr Danmark, so tá ið prísurin hækkar í Danmark, fer hann eisini at hækka her, sigur hann við KvF. Hvussu stórar príshækkingarnar verða her heima, ber ikki til at siga, men vit skulu vænta, at í jólamánaðinum verður maturin nakað dýrari enn hann er nú.











