Keane møguliga venja íslendska landsliðið

Manchester United-stjørnan og írin, Roy Keane er í uppskoti sum nýggjur venjari hjá íslendska landsliðnum, skrivar bretska blaðið Daily Mail.

 

Venjarin hjá íslendska lansliðnum, Ólafur Jóhannesson hevur verið í starvinum í fýra ár, gevst nú við hesum. Og nú eru íslendingar farnir út á marknaðin at finna sær ein nýggjan.

Tað er í hesum sambandi, at navnið hjá Roy Keane verður nevnt. Hann hevur verið arbeiðsleysur síðani hann varð koyrdur úr starvi í Ipswich í januar í ár. Tá hevði hann bert vunnið 28 av 81 dystum.

Sum bretska blaðið skilir, hevur Keane havt samráðingar við íslendska fótbóltssambandið. Hann verður tí til dystin í annaðkvøld, tá Ísland skal spæla ímóti Kypros.

Keane spældi 12 sesongir í Manchester United, og vann sjey meistaraheiti í United-troyggjuni. Hann spældi eisini 66 landsdystir fyri Írland.

 

Verða samráðingarnar til veruleika verður hann venjari hjá íslendska landsliðnum. Her krevur nógv bata, tí liðið hevur higartil bert fingið eitt einstakt stig og liggur aftast í sínum bólki.