Keane finst at Rooney

Atfinningarnar fær hann eftir 0-0-javnleikin ímóti PSV Eindhoven í gjár.

Fyrrverandi liðsliparin í Manchester United, Roy Keane, finst at núverandi liðskiparanum í felagnum, Wayne Rooney. Tað ger hann eftir 0-0-dystin ímóti PSV Eindhoven í Champions League í gjár.


- Sálarliga sær hann ikki út til at vera serliga skarpur, og tað letur heldur ikki til, at hann er í nóg góðari venjing. Hann verður noyddur at hyggja inneftir, sigur Roy Keane við Mirror.


Roy Keane, sum í løtuni er hjálparvenjari á írska landsliðnum, sigur eisini beint fram, at Wayne Rooney verður noyddur avrika betur.


- Arvurin hjá Wayne í Manchester United hevur verið ótrúligur. Málmetið hjá honum er framúrskarandi, men nú er hann liðskipari, so hann verður noyddur at taka ábyrgd og avrika betur, sigur Roy Keane.


30 ára gamli Wayne Rooney hevur hetta kappingarárið skotið seks mál í 20 dystum fyri Manchester United.