Eitt valkvøld er altíð hektiskt, og tað er forbanka keðiligt at fáa ein slíkan tekniskan feil at dragast við, sigur formaðurin valstýrinum fyri fólkatingsvalið, Olaf á Stongunum, um kiksaðu uppteljingina í Kringvarpinum Alt ríkið lá í andaleypi í gjár og bíðaði eftir uppteljingini av fólkatingsvalinum, sum dróg álvarsliga út í Kringvarpinum, tí tekniska skipanin breyt saman.
- Hatta er ein skipan, sum Kringvarpið sjálvt hevur ábyrgdina av og goldið, og tí er ikki tað stóra hjá okkum at gera. Vit hava altíð havt álit á tí, sum stovnurin hevur gjørt fyri okkum, so eg meti tað sum hendi í gjárkvøldið sum eitt hendiligt óhapp, sigur formaðurin í valstýrinum fyri fólkatingsvalið í Føroyum, Olaf á Stongunum.
Spurdur um ikki valnevndin hevur evstu ábyrgdina, sigur formaðurin, at jú, tað hevur nevndin sjálvandi, men tá tað er teknikkur, sum ikki vil, er ikki tað stóra at gera í eini slíkari løtu enn at vóna, at tey sum hava skil á tí fáa tað rætta.
Uppteljingin var helst ein tíma seinkað orsakað at teknisku trupulleikunum. Roknað varð við endaliga úrslitinum um 22-tíðina, men ikki fyrr enn klokkan 22:59 var úrslitið greitt. Longi sá út til, at tað fór at vera Fólkaflokkurin, sum fór avstað við næsta kandidatinum, men hetta var orsakað av, at nógvar sambandsatkvøður vóru horvnar í teknisku skipanini.
Valnevndin fær í dag allar atkvøðurnar latnar upp í hendi og fer nú undir fínteljingina, sum fer fram á Hotel Hafnia. Úrslitið skal fyriliggja í seinasta lagi komandi týsdag.