Ein av royndastu popp- og rocksangarunum í Føroyum myndar bólkin Kazoo, sum spælir í Klaksvík í kvøld Leygarkvøldið fer bólkurin Kazoo at spæla á Fortuna í Klaksvík. Navnið á bólkinum er ikki tað kendasta, men sangaran í bólkinum munnu tey flestu kennast við.
Tað er eingin minni enn Karl Martin Samuelsen, sum hevur verið oddamaður í eitt nú bólkinum Hjarnum, og sum eisini hevur verið sera virkin á annan hátt í føroyskum tónleiki í fleiri ártíggjund.
Hin tónleikarin í Kazoo er klaverspælarin Magni Husgaard, sum spældi við í bólkinum Aria.
Teir báðir fara í kvøld at undirhalda á Fortuna við góðum og fjølbroyttum tónleiki - alt frá poppi og country til rock og rull.










