Kavbáturin helst farin í trý

Í dag vístu myndugleikarnir í Indonesia fram ein bjargingarvest, sum helst stavar frá KRI Nanggala 402.

 

Indonesiski kavbáturin - KRI Nanggala 402 - sum leitað hevur verið eftir, er sambært myndugleikunum í landinum í knúsi. Tað benda upptøkur á, sum myndugleikarnir í Indonesia hava víst fram á tíðindafundi í dag.

Tey 53 fólkini, sum vóru umborð á kavbátinum, tá hann undir einari hernaðarvenjing hvarv út fyri oynni, Bali, eru øll staðfest neyð. Reuters sigur sambært verjuleiðaranum í landinum, Hadi Tjahjanto, at kavbáturin er farin í trý.

Tað var mikumorgunin í hesi vikuni, at kavbáturin hvarv. Dúgliga hevur verið leitað, og í gjár varð hann funnin á einum dýpi á 850 metrar. Seinastu tveir dagarnar hava leitingarlið funnið ymiskt, sum kann stava frá kavbátinum. 

Sambært útlendskum miðlum hava bjargingarlið eisini funnið ein bjargingarvest, sum helst stavar frá kavbátinum, KRI Nanggala 402. Enn hevur einki verið at hoyrt um, hvørt leitingarlið hava funnið lík undir leitingararbeiðnum.

##med2##