Kavaódnin í 1984

Fyri 25 árum síðan:

Ein tann størsti kavin, nakar veit um í nýggjari tí, var fyrstu dagarnar í 1984.


Kavaódnin brast á mánakvøldið 2. januar, og týsdagin 3. januar lá so gott sum alt virksemi í landinum stilt, ferðslan steðgaði heilt upp og einasti mátin at koma nakran veg var at fara til gongu.


Fleiri staðir í landinum var streymslit, og t.d. flogferðslan varð tarnað av at fólki, sum ikki kundu koma til flogvøllin. Í Vágum hendu eisini stórir skaðar.


Kollfjarðatunnilin var ikki komin tá, og fólk sum ikki komu vegin fram á Oyggjarvegnum máttu gista á støðini í Mjørkadali.