Kaupthing vekstur enn meira

Sambært bretska Daily Telegraph fer íslendski fíggjarrisin, Kaupthing, sum eisini er aktivur her í Føroyum, í næstum at økja munandi um virksemi sítt í Bretlandi.
Blaðið veit at siga, at Kaupthin í komandi ári hevur sett eina milliard bretsk pund av til at ota seg longur inn á bretska fíggjarmarknaðin. Her eigur Kaupthing longu 20% av partapeninginum í fíggingarbankanum, Singer & Friedlander, men gitt verður, at ætlanin nú er at økja um hendan partin.
Sigurdur Einarsson, sum er partur av stýrisnevndini hjá Kaupthing, sigur, at um møguleikin fyri stórum uppkeypum ikki vísir seg at vera til staðar, verður talan helst kortini um smærri stigvís keup í Brelandi, Noreg og Finnlandi.