Katrine Quorning heldur fyrilestur týsdagin 23. august

35 ára gamla Katrine Quorning úr Vejle livir av at varpa ljós á tað at vaksa upp í heimum við rúsdrekkamisnýtslu

Tann 23. august kemur rithøvundurin Katrine Quorning til Føroyar at hava almennan fyrilestur um avleiðingarnar, ið kunnu vera fyri børn, sum vaksa upp við einari rúsbundnari mammu og/ella pápa.

 

Við útgangsstøði í egnum uppvøkstri sum dóttir til eina rúsbundna mammu, fer Katrine at fortelja um t.d. tað at goyma og skamma seg, um at telja fløskur í kjallaranum og at taka sær av systkjunum hjá sær, men eisini um tað, at fáa hjálp og at bróta eitt tabu.

 

Fyrilesturin verður ikki bert ein munnlig framløgu men eisini ein visuel uppliving, har tekningar hjá Katrine fara at lýsa tvístøður, tankar og kenslur, sum børn hjá rúsbundnum foreldrum stundum kunnu uppliva.

 

Tað er Títt Rúm, sum hevur bjóðað Katrine Quorning til Føroyar. Fyrilesturin verður í Smæruni týskvøldið, 23. august, kl. 19.00 – og tað er ókeypis atgongd!

 

Lesið meira um Katrine Quorning í komandi vikuskiftisosialinum.