Katrin Olsen var við í kappingin fyri kvinnur í aldrinum frá 23 til 29 ár, og tær róðu á 2000 metrum. Finalan var sunnudagin, og har eydnaðist tað Katrin at vinna bronsuna.
Katrin fylgdist rættiliga væl við teimum báðum fremstu rógvarunum leingi, men á seinastu 500 metrunm dragnaði hon nakað og endaði 9 sekund aftanfyri nummar 2. Hinvegin var Katrin tryggur vinnari av bronsuni, tí hon heili 14 sekund frammanfyri nummar 4.
DM-kappingin í innandurarógving varð hildin í Kerteminde á Fyn um vikuskiftið, og umframt Katrina Olsen var eisini Jón Rosenblad við, og hann vann silvur í sínari kapping.