Katrin inn

Katrin D. Johansen hevur tikið sæti á tingi fyri Óla Breckmann

Á tingfundinum fríggjadagin tók Katrin D. Johansen sæti á tingi fyri Óla Breckmann, sum bað um at fáa farloyvi tíggju dagar fram. Katrin D. Johansen hevur fyrr umboðað Fólkaflokkin á tingi.

Katrin D. Johansen fekk til valið í 1998 109 atkvøður, og fekk hon sostætt fjórmestar atkvøður á Fólkaflokslistanum fyri Suðurstreymoyar valdømi. Frammanfyri hana vór Finnbogi Arge við 184 atkvøðum, Bjarni Djurholm við 583 atkvøðum og fremstur var Óli Breckmann við 632 atkvøðum.