Katrin Dahl fekk ólavsøkubukettina

Tað var eitt kent andlit í høvuðsstaðnum, sum ólavsøkuftan fekk heiðurin at fáa ólavsøkubukettina frá útvarpinum

Katrin Dahl, sum fekk ólavsøkubukettina í ár, sigur, at hon onga hóming hevði av, at hon fór at fáa ólavsøkurósuna. - Tá eg sá, at ein bilur stegðaði í túninum, og Jan Müller frá Sosialinum steig út við kamera í hond, hugsaði eg, at nú komu teir at gera loynimyndir ella okkurt sovorðið, sigur ársins ólavsøkufólk. Útvarp Føroya byrjaði seinasta ár eitt átak, har tey geva einum fólki ella pari blómutyssi fyri at vísa serligan blíðskap á ólavsøku, og í ár fór heiðurin til Katrin og Petur Dahl.

 

- Eg varð fullkomiliga paff, tá tað gekk upp fyri mær, hví tey komu, sigur Katrin Dahl. Katrin Dahl er úr Kvívík, og hon minnist væl fyrstu ferð, hon var á ólavsøku. - Eg tænti hjá mostur míni í Kollafirði, tá eg var 14-15 ára gomul. Systir mín gekk í skúla í Havn, so eg fór suður at ferðast hjá henni. Mostur gav mær løn, áðrenn eg fór, so eg hevði ein hundraðkrónuseðil við mær. Í mjólkabátinum til Havnar søgdu teir, at teir ikki kundu veksla hundraðkrónuseðilin, so eg skuldi onki gjalda. Tað sama hendi, tá eg fór til kappróður og í dans, so tað endaði við, at eg framvegis hevði 100 krónur, tá eg fór norð aftur, greiðir Katrin frá.

Síðani tá hevur Katrin Dahl verið á hvørjari ólavsøku, og Katrin telist ikki millum tey, sum halda, at ólavsøkan er í kreppu.

 

Ólavsøkan hevur tað gott

- Ólavsøkan blómar fyri mær. Hon kann ikki samanberast við aðrar stevnur, tí hon hevur nakað serliga hátíðarligt yvir sær.

Sambært Katrini er hátíðardámurin er ikki minkaður seinnu árini, heldur tvørturímóti. Henni dámar serliga væl, at so nógv fólk eru farin at ganga í føroyskum klæðum.

- Tá fólk lata seg væl í, uppføra tey seg penari, og hetta sæst eisini á ólavsøku. Í 70unum vildi ongin vera fínt ílætin, og ólavsøkurnar vóru mangan merktar av drukki og rukkulívi, sigur Katrin Dahl, sum ikki heldur, at sama óskil sæst í dag.

- Tey ungu fólkini í føroyskum klæðum gera tjóðarhátíð okkara enn meira festliga og hugnaliga, og ólavsøkan hevur vunnið nógv, sigur hon avgjørd.

Katrin hevði ikki væntað, at hon skuldi fáa ólavsøkurósuna, men henni dámar væl, at Kringvarpið hevur valt at heiðra gestablídni.

- Opnu heimini og privati blíðskapurin hevur alstóran týdning fyri ólavsøkuna. Við at hava opin hús kunnu vit, sum búgva í Havn, veruliga vísa blíðskap. Henda siðin mugu vit halda fast við og føra víðari til næsta ættarlið, sigur blíða havnakonan.

 

Hátíðarligur blíðskapur

Grundgevingin hjá Kringvarpinum fyri at Katrin og Petur Dahl fingu ólavsøkubukettina, var, at tey í 30 ár hava havt opið hús við døgurða og øllum góðum.

Katrin Dahl er nevndarformaður í bygginevndini fyri Hoyvíkar kirkju, og ólavsøkubukettin er eisini ein viðurkenning av, at Katrin Dahl hevur verið eldsálin í hesum arbeiði.

Ólavsøkudag byrjar altíð við kirkjugongd.

- Gudstænastan og skrúðgongan eru tær mest hátíðarligu løturnar á Ólavsøku, og tær eru vit altíð við til. Liggjandi gestir verða eisini koyrd av seingini og tikin við, sigur Katrin flennandi.

Eftir skrúðgonguna bjóða Katrin og Petur døgurða, og tá eru bæði hús og urtagarður fullur av fólki, sum njóta matin, hugnan og gestablídni.

- Vit gera alt klárt dagin fyri og seta matin á køksborðið til sjálvtøku, so tað er so lætt og behendigt sum møguligt, greiðir hon frá.

Nógv fólk støkka inn á gólvið hjá blíða og festliga parinum, og tey eru øll í føroyskum klæðum. Fyri nøkrum árum síðani setti Katrin sum krav, at fyri at fáa døgurða skuldu gestirnir vera í føroyskum klæðum.

- Hetta var kanska mest í skemti, men eg haldi tað er so ómetaliga hátíðarligt, tá øll eru í føroyskum klæðum. Tað ger tað eitt sindur festligari, sigur Katrin Dahl, sum tó hevur givið onkur undantøk.