Katie Holmes vísir seg á Elle Magazine

Tann 33 ára gamla Katie Holmes er ein tann mest umrødda kvinnan í heiminum í hesum døgum, tí hon verður nú skild frá Tom Cruise.

 

Nú er hon at síggja á forsíðuni á Elle Magazine, og hon hevur ongantíð áður verið meira frek enn júst her.

Í fimm ár hevur Katie Holmes verið gift við Tom Cruise, og í hesi árini hevur hon nærum ongantíð víst seg sjálva fram. Hetta er tó broytt eftir skilnaðin, tí nú er hon javnan at síggja í frekum klæðum, sum vísa hennara vakra kropp.

Katie Holmes hevur gjørt hesa samrøðu við Elle Magazine fyri seks vikum síðani, men longu tá var tað nakað sum týddi uppá, at hon vildi byrja á nýggjum – uttan Tom Cruise.