Katalonar atkvøða um loysing í 2014

Nú er greitt, at fólk í spanska landspartinum Katalonia skulu á fólkaatkvøðu í 2014 um at loysa frá hinum partinum av Spania.

Samstundis skrivaðu Artur Mas, sum er forseti í Katalonia og formaður í miðhøgraflokkinum CiU, og formaðurin í lýðveldisflokkinum, Oriol Junqueras, undir eina samstarvsavtalu.

Teir báðir flokkarnir eru fyri loysing, og í avtaluni siga teir, at tað er neyðugt hjá Katalonia at byrja eina nýggja tíð, sum skal tryggja framburð, og at tað katalonska málið verður styrkt.

Fólkaatkvøðan verður neyvan tað seinasta orðið, tí spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur gjørt greitt, at stjórnin í Madrid fer ikki at góðtaka, at Katalonia loysir frá hinum partinum av landinum. Tað er eisini í stríð við grundlógina, sigur hann.