Kastrup: Nú kannar løgreglan illgrunasamt flogfar

Terminal 2 er latin upp aftur, men løgreglan er enn í gongd við at kanna illgrunar í Kastrup.

Í morgun lat terminal 2 í Kastrup aftur, tí løgreglan hevði illgruna um, at okkurt var áfatt. Enn hevur løgreglan ikki sagt nakað alment um orsøkina, men danskir miðlar skriva, at illgruni hevur verið um bumbu. 

 

 

Terminal 2 er nú latin uppaftur, men enn kannar løgreglan eitt illgrunasamt flogfar, siga myndugleikarnir á Twitter. Júst hvat flogfar talan er um, sigur søgan einki um enn. 

 

 

Í morgun hevur terminal 2 verið stongdur og tað hevur viðført, at fleiri hundrað fólk hava verið savnað á terminal 3 uttan vita um, nær tey sleppa avstað.