Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan bygnað, hevur býráðið samtykt.
Kommunan skal skipast í tríggjar deildir, trivnaðardeild, vinnu- og mentanardeild og tekniska deild. Yvir teimum verður kommunustjórin, sum skal virka beint undir borgarstjóranum.
Skipanin kemur út gildi á nýggjárinum.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri viðgongur, at tað kann tykjast løgið at gera so umfatandi broytngar, sum settar verða í gildi stutt eftir kommunuvalið. Hinvegin hevur býráðið arbeitt í eitt ár við ætlanini, og borgarstjórin heldur tað vera rættast, at eitt sitandi býráðið ger eitt slíkt arbeiði og ikki eitt nýtt býráð, sum beint eftir valið hevur so nógv at seta seg inn í.
Haraftrat leggur hon dent á, at alt býráðið hevur arbeitt saman við umsitingini um hetta málið.
Gunvá við Keldu sigur, at ongar ætlanir eru um at siga fólki upp.
Tað hevur ljóðað, at verandi leiðarar í kommununi skulu niður í tign, og onnur fólk setast í leiðarastørvini.
- Hatta geri eg ongar viðmerkingar til, tí eingin avgerð er enn tikin um, hvørji fólk skulu verða deildarleiðarar. Støða er ikki tikin til, annaðhvørt at verandi leiðara halda fram sum leiðarar ella ei. Tað vita vit ikki fyrr enn um tvær ella tríggjar vikur, sigur Gunvá við Keldu.
Mett verður leysliga, at broytingarnar fara at kosta kommununi hálva aðra mió. krónur.
Hóast alt býráðið hevur arbeitt við ætlanini, er Steinbjørn O. Jacobsen, 2. Varaborgarstjóri ikki so fegin um ætlanini. At alt býráðið hevur arbeitt við málinum, er ikki tað sama sum, at býráðið er samt, sigur hann.