Kassin í Klaksvík er skralltómur

Bæði Eik og Føroya Banki hava sýtt fyri at veita Klaksvíkar kommunu meiri lán, og nú bíðar kommunan eftir Norðoya Sparikassa, sum ikki hevur givið endaligt svar. Kommunan hevur ein bráðfengis tørv upp á 15 mió. krónur til at gjalda lønir og rokningar fyri. Um ikki lokali peningastovnurin er til reiðar at veita meiri fígging, er vandi fyri, at alt kommunala virksemið í Klaksvík steðgar upp heilt skjótt

FÍGGJARSTØÐA

 

Klaksvík má liva upp á náði, tí kommunukassin er skralltómur. Ella rættari, har er uppaftur verri statt. Um kommunan ikki fær eitt bráðfeingis lán upp á 15 mió. krónur til at gjalda lønir og rokningar fyri, steðgar alt virksemi hjá kommununi eftir øllum at døma upp heilt skjótt.

Roknaksparleiðarin hjá kommununi, Henry Mellemgaard, hevur gjørt eina lýsing av fíggjarstøðuni hjá kommununi, og tølini síggja milt sagt ikki vøkur út.

Sambært uppgerðini fer ein alsamt størri partur av inntøkunum til rakstur og lánsgjøld. Í 2005 vóru rakstrarútreiðslurnar 76 mió. krónur ella 65 prosent av inntøkunum, meðan raksturin fyri 2009 verður heili 85 prosent av inntøkunum, um virksemið skal verða á sama støði sum í ár.

Roknskaparleiðarin ger vart við, at orsøkin til øktu rakstrarútreiðslurnar er, at kommuna hevur hækkað tænastustøðið á nærum ølllum økjum og komin við nýggjum tilboðum til borgararnar, samstundis sum stuðulsupphæddirnar til feløg, tiltøk og annað eru hækkaðar munandi. Lánsgjøldini eru eisini hækkað, og í 2006 fóru tvey prosent av inntøkunum til rentur og avdráttir, og í 2009 er hetta eitt prosent hægri, svarandi til 18 mió. krónur.

Tølini vísa eisini, at í 2006 og 2007 brúkti kommunan samanlagt 60 mió. krónur meiri, enn hon fekk inn. Í 2008 er hallið mett til 15,7 mió. krónur, og tá eru avdráttirnir ikki íroknaðir. Sambært frágreiðingini bendir nógv á, at fíggjarætlanin als ikki kemur at halda, tí eftir øllum at døma verður talan um meirnýtsla í bæði rakstri og íløgum.

Í frágreiðingini stendur, at fíggjarætlanin vísir eitt hall upp á 19,2 mió. krónur, og at hetta ikki er haldbart við verandi fíggjarstøðu. Semja er um, at fíggjarætlanin skal hava nakrar mió. krónur í avlopi. Tí hevur býráðið gjørt av at hækka skattaprosentið við einum stigi upp á 21,75 prosent, raksturin er skorin við 16 mió. krónum niður í 90 mió. krónur, og íløgurnar eru settar til 223,1 mió. krónur. Hækkingin í skattaprosentinum gevur kommununi 6,3 mió. krónur í meirinntøku.

Gongur út yvir skúlabygging

 

Gjørt verður vart við í frágreiðingini, at gjaldførið er vánaligt, og av tí at fíggjarætlanin fyri 2009 onki likviditetsavlop hevur, er sera umráðandi, at kommunan fær bøtt um gjaldførið við lántøku. Annars verður trupult at reka kommununa komandi ár.

Vánaliga gjaldførið kann koma at ganga út yvir umbyggingina av Ósaskúlanum, men hetta hevur enn ikki vunnið frama í býráðnum, staðfestir Henry Mellemgaard í frágreiðingini.

Umstitingin metir avlopið í fyriliggjandi uppskoti vera ov lítið í mun til verandi gjaldføri og skyldur. Um inntøkurnar ikki hækka, so verður mælt til at skerja raksturin enn meiri ella útseta onkra íløgu.

Tá lánsgjøldini fyri fjórða ársfjórðing eru goldin, verða lánini við árslok á 132 mió. krónur komin upp á góðar 150 mió. krónur, tí gjaldføristørvurin er á leið 20 mió. krónur.

Frágreiðingin staðfestir, at út frá verandi fíggjarstøðu er tað av týdningi, at býráðið kemur við eini fíggjarætlan við avlopi. Altso, at tað er samsvar millum inntøkur og útreiðslur íroknað lánsgjøld. Annars er vandi fyri, at fíggjarstovnarnir ikki veita lán, og Fíggjarmálaráðið fer at áseta skattaprosentið fyri Klaksvík, eins og gjørt varð í 1995, tá landsstýrið av sínum eintingum setti skattaprosentið til 23 prosent.

Av frágreiðingini framgongur, at sitandi býráð hevur brúkt sera nógvan pening sæð ígjøgnum eitt 10 ára skeið, har íløgurnar í Klaksvík hava verið 390 mió. krónur. Av hesum eru 220 mió. krónur brúktar í hesi býráðsseturni.

Henry Mellemgaard, roknskaparleiðari, vísir á, at tað verður ein stór avbjóðing at halda seg innan fyri avsetingina upp á 90 mió. krónur, nú skerjingar eru gjørdar í rakstrinum fyri 16 mió. krónur. Tí er neyðugt við neyvari fíggjarstýring. Um inntøkumetingarnar og avsetingarnar halda, er møguleikii at fáa eina kommunu, sum fer at hava á leið 20 mió. krónur til íløgur, eftir at útreiðslurnar eru goldnar, íroknað rentur og avdráttir. Hetta merkir, at 15 prosent av skattainntøkunum fara til íløgur, og tað verður vanliga hildið at vera eitt gott lutfall, skrivar Henry Mellemgaard.