Vita tit, at hvør kassakvittan, at hvørt kontuavrit, hvør rokning er ein lottoseðil?
Nei, ha?
Jú, síggja tit, fyri at gera dapra gerandisdagin hjá okkum trúgvu og góðtrúnu viðskiftafólkum spennandi og eitt lítið sindur eksotiskan í øllum sortanum hava bankin og handlarnir javnan smáar kappingar til okkara.
Spælið við og fáið pengar aftur.
Kappingarnar eru rættiliga einfaldar. Vit skulu finna ein feil í kontuavritinum ella í kassakvittanini.
Vinningurin er tað, sum vit annars høvdu mist, um vit ikki leitaðu eftir feilinum og funnu hann.
Ikki er vinningur hvørja ferð, men tó oftari enn í øðrum kappingum.
Munurin er tó tann, at peningastovnar ella handlar ella øll onnur, sum vit hava peningaligt samskifti við, hava ongantíð boðað frá hesari kappingini. Men tað geri eg so nú. Nógvir pengar eru at vinna eftir einum ári.
Handlar hava til dømis altíð tilboð. Tey koma tvær ferðir um vikuna, tveit av trimum postadøgum, í hvønn postkassa og tey eru skrivað undir vørunum á handilshillunum. Eingin, sum veit, at tvey pluss tvey eru fimm, veit ikki um tilboðini. Eingin uttan kassin. Kassin fær ikki altíð at vita, at í dag er hendan ella handan neyðsynjarvøran, so sum fimm pottar av litaðum sukurvatni, er upp á tilboð.
Og her kemur so kappingin. Tú keypir og rindar fyri vørurnar. Fær ella biður um kassakvittanina, lesur hana gjølla, minst til handskarnar, tí slíkir strimlar eru eitraðir fyri at ræða kundarnar, so teir ikki vilja hava hann, tú lesur kassakvittanina og bingo: eingin avsláttur fyri vøruna, sum er tilboð, tilboð, tilboð rópt út um allar geilar.
Har vóru so tær krónurnar.
Tað sama ómaksgjaldið hjá bankanum, sum hann tók av einasta undantakinum, sum sleppur undan ómaksgjaldi.
Har vóru nakrar krónur afturat. Vónandi krevur bankin ikki ómaksgjald fyri at flyta tær aftur á kontuna.
Eingin onnur kapping ella vedding ella skaving geva so ofta vinning sum hendan, eg júst eri komin við. Ikki so nógv hvørja ferð, men samanlagt um árið ikki so lítið.
Og peningastovnarnir og handlarnir fegnast sjálvandi eisini, tí teir siga altíð, at teir ræðast ikki kapping, tí kapping er sunn.
Men tað ræður sjálvandi um at vera árvakin og studera gjølla kontuavrit, kassakvittanir og rokningar.
Ikki minst ræður um at vera árvakin, tá eitt nú ferðaseðlar skulu keypast á netinum. Teldan spyr á ein slíkan hátt, at tú, ansar tú ikki beista væl eftir, keypir okkurt, sum tú als ikki ætlaði et keypa.
So sum avlýsingartrygging. Teldan spyr ikki bart út, um tú vilt hava eina slíka, ja ella nei. Hon spyr, um tú vilt halda fram at bíleggja ferðaseðilin uttan at tekna eina avlýsingartrygging. Eina trygging, sum tú ikki hevur brúk fyri og ivaleyst einki er verd, skuldi tú fingið brúk fyri henni.
Hetta er sálarfrøði á fyrsta stigi. Tú svarar nei, tí tú vilt ikki hava hesa trygging, men tað var nettupp ikki tað, teldan spurdi um. Hon spurdi, um tú vildi fara til næsta stig uttan at tekna avlýsingartrygging, so rætta svarið er sjálvandi ja.
Slíkar fellur eru allastaðni. Endamálið er eittans, tað er at lumpa fólk.
Júst hetta ger lívið so spennandi, alla tíðina at vera á varðhaldi, alert. Frálíkur heilafimleikur.
Kundi eisini verið eitt frálíkt telduspæl, og er tað ivaleyst. At keypa á netinum er eitt ótolandi spennandi telduspæl. Tað kostar nógv at tapa.
Vit kunnu ikki liva av at klippa hvørjum øðrum. Men vit kunnu liva av at snýta hvønn annan.