- Eg havi stríðst við Vladimir Putin og stjórn hansara í fleiri enn 20 ár, og tað besta, vit nú kunnu gera, er at hjálpa Ukraina at vinna kríggið, sigur russiski talvúrmælingurin, Garry Kasparov.

Kasparov: Allir russar mugu hava skuldarkenslu

- Kríggið í Ukraina er náðileyst, og ukrainar rinda nú við sínum blóði, sigur russiski talvúrmælingurin, 59 ára gamli, Garry Kasparov.

 

- Eg havi stríðst við Vladimir Putin og stjórn hansara í fleiri enn 20 ár, og tað besta, vit nú kunnu gera, er at hjálpa Ukraina at vinna kríggið, sigur russiski talvúrmælingurin, Garry Kasparov.

Síðan Vladimir Putin varð valdur til forseta í Russlandi í 2000, hevur russiski talvúrmælingurin og fyrrverandi heimsmeistarin, Garry Kasparov, arbeitt fyri at fingið mannin frá valdinum.

- Tað er flott, at so mong kring heimin nú stuðla Ukraina og stríðnum hjá landinum ímóti myrkrinum.

Soleiðis tók fyrrverandi heimsmeistarin, Garry Kasparov, til orðanna herfyri. 

- Men, gloymið ikki, at ukrainar rinda dagliga við blóði. Kríggið má steðgast, og Putin má frá valdinum, segði hann.

Fyri mong er Garry Kasparov í fyrsta lagi úrmælingurin í talvi, men í fleiri enn 20 ár hevur hin 59 ára gamli russarin ávarað um Vladimir Putin og hansara stjórn.

Í 2015 gav hann út bókina, The Winter is Coming, har hann lýsti Russlandi sum eitt land, ið var í ferð við at gerast eitt einaræði – og sum kundi gerast ein hóttan móti heiminum.

- Eg havi stríðst við Putin og stjórnina í fleiri enn 20 ár, og tað besta, vit kunnu gera nú, er at hjálpa Ukraina at vinna kríggið.

Garry Kasparov sigur við dagbladet.no, at heimurin má ikki gera nakrar neyðsemjur, har ukrainar gerast tapandi parturin.

Í 2005 boðaði talvmeistarin og russarin, Garry Kasparov, frá stríði móti Vladimir Putin, og síðan tá hevur hann skrivað bæði bøkur og gjørt viðmerkingar til negativu gongdina í Russlandi.

 

- Innrásin hjá Putin í Ukraina hevur endiliga fingið heimin at vakna og síggja, hvør hóttan forsetin og onnur bølmenni eru fyri heimin. Vit eru øll í sama stríði, sum er stríðið fyri frælsinum, segði Garry Kasparov á fundi í Oslo herfyri.

Hann vísti á, at tað er Ukraina, sum nú stendur fyri skotum.

- Landið vísir okkum, hvør prísurin er at berjast fyri frælsi, og stríðið hevur ein ræðuligan prís. Nú mugu øll í tí frælsa heiminum vera við og stríðast móti myrkursins herdeildum.

Við Dagbladet sigur hann, at allir russar á ein ella annan hátt mugu hava skuldarkenslu. 

- Kríggið er náðileyst, og ukrainar rinda nú prísin við sínum blóði, sigur talvúrmælingurin, Garry Kasparov.

 

##med2##

Men, hvat heldur so russarin og atfinnarin skal til fyri, at kríggið í Ukraina endar?

- Einasti máti at fáa frið í Evropa er, at Putin tapir kríggið í Ukraina, og vónandi fer ein slíkur ósigur at føra til stjórnarskifti í Russlandi.

Garry Kasparov væntar ikki, at tað verður friður í Ukraina, fyrr enn landið fær øll síni øki aftur, sum Russland í dag hevur hertikið.

- Vit kunnu altíð gera meira. Hetta er eitt kríggj ímóti okkum øllum. Tað er ikki bara Ukraina, sum er fyri álopum, men okkara virðir, undirstøðukervi og alheims trygdin, leggur hann aftrat. 

Garry Kasparov er giftur, hann eigur trý børn og býr í USA. Hann er leiðari í felagsskapinum, Human Rights Foundation (HRF).

 

- Eg havi stríðst við Vladimir Putin og stjórn hansara í fleiri enn 20 ár, og tað besta, vit nú kunnu gera, er at hjálpa Ukraina at vinna kríggið, sigur russiski talvúrmælingurin, Garry Kasparov.

Vladimir Putin hóttir heimsfriðin og má frá valdinum, sigur Garry Kasparov.