Afghanski forsetin, Hamid Karzai, hevur slitið tingingarnar við USA um, hvussu trygdin í Afghanistan skal avgreiðast aftan á 2014. Hetta stig skal hann hava tikið, orsakað av ósemju um amerikansku friðartingingarnar við Taliban.
Samsvar er ikki millum tað, sum amerikanska stjórnin ger og sigur, tá tað snýr seg um friðartingingarnar fyri Afghanistan, sigur ein talsmaður fyri afghanska forsetan.
Annars man vera so sum so við friðarviljanum hjá Taliban, tí bara tímar eftir at tingingarnar byrjaðu, drupu Taliban-yvirgangsmenn fýra amerikanskar hermenn í eini atsókn at Bagram-flogvøllinum í Afghanistan.
Tað var annars ein treyt fyri friðartinginunum, sum skuldu vera hesa vikuna í Doha í Qatar, at Taliban gavst við øllum harðskapi og álopum, veit bretska kringvarpið, BBC, at siga.