Countrysangarin Karstin Danielsen hevur givið nýggjan sang út.
Sangurin kallast "Hundar, børn og rabarbuvín". Tom T. Hall hevur skrivað sangin, og Steintór Rasmussen hevur týtt til føroyskt.
Sangurin er upptikin í Crossroads Studio í USA og EB Studio í Føroyum.
Karstin Danielsen hevur áður givið fleiri sangir út – eitt nú "Lítla vakra Anna", "Sjey himmals einglar", "Góð minnir" og "Hvar liggur leiðin, mín væna".
Nýggi sangurin kann hoyrast her:
##med2##











