Karsten vil hava at vita, hvat meiningin er

Hann sær onga meining í, at summi sleppa undan at rinda

- Eg vil hava at vita, hvat meiningin er

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Landsstýrisfundur verður hósdagin, og tá fer Karsten Hansen at spyrja Jørgen Niclasen, hví hann hevur broytt reglurnar, so at tað nú verður loyvt at innflyta meiri av tollfríum sigarettum til Føroya, umframt at aðrar broytingar vórðu gjørdar.

Karsten Hansen hevur ongantíð dult fyri, at hann vil tollfríu søluni til lívs, tí hann heldur, at tað stríður ímóti endamálinum við føroyska heilsupolitikkinum, at tað skal bera til at innflyta sigarettur og rúsdrekka tollfrítt.

Tí vil hann hava at vita frá Jørgen Niclasen á landsstýrisfundinum hósdagin, hvat liggur aftanfyri avgerðini um at geva tollfríu søluni rúmari ræsur.

Umframt at tað er í stríð við heilsupolitikkin, er tað eisini í stríð við endamálið hjá samgonguni um at fáa javnvág á fíggjarlógini, tí hvørja ferð, sigarettur, ella rúsdrekka, verður keypt tollfrítt, missur landskassin inntøkur.

Og Karsten Hansen heldur enntá, at hetta er í stríð við ferðavinnupolitikkin.

- Eg helt, at eitt endamál við ferðavinnuni, var at fáa tey at leggja so nógv eftir seg í Føroyum sum gjørligt, tí tí er tað burturvið, at lata tey keypa tollfrítt við sær til Føroya, sigur hann.

Hann sigur, at tá ið tað kom í ljós, at ætlanin var at broyta tollreglurnar, bað hann um at fáa tað útsett, til tað kundi viðgerast á landsstýrisfundi, har hann var til staðar. Hann sigur, at hann skilti á landsstýrinum, at tað varð gingið á møti, men kortini broytti Jørgen Niclasen reglurnar av sínum eintingum.

Tað er Karsten Hansen rættiliga misnøgdur við, serliga tí hetta hendur beint áðrenn tann almenni rúsdrekkapolitikkurin verður almannakunngjørdur. Og tí vil hann hava at vita, hvat liggur í hesum. 

 

Annars tekur arbeiðsbólkurin, sum hevur orðað tann nýggja rúsdrekkapolitikkin, ikki støðu til tollfría sølu, men vil hava kjak um spurningin. Og nettupp tí heldur Karsten Hansen, at tað er burturvið at linkra reglurnar, áðrenn hetta kjakið hevur verið.