Karsten Hansen væntar at lønarkrøvini verða lagalig

Tað er væl ongin sum í fullum álvara hugsar sær, at lønarhækkingarnar fara at vera líka stórar í ár, sum tær hava verið tær báðu seinastu ferðirnar, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Lønarsamráðingar

?Sjálvandi vænti eg, at fakfeløgini fara at seta lønarkrøv. men eg vænti heilt avgjørt, at tey fara at vera lagaligari í sínum krøvum í ár, enn tey hava verið tær báðu seinastu ferðirnar vit samráddust.
Karsten Hansen er so smátt farin at brynja seg til samráðingarnar, sum verða við fakfeløgini í heyst, tá ið sáttmálarnir við fleiri fakfeløg hjá teimum alment løntu ganga út 1. oktober.
Og tað skilst á øllum brøgdum, at hann væntar sær eina lættari uppgávu hesuferð, enn hann hevði tær báðu seinastu ferðirnar hann samráddust, tí tær ferðirnar vóru samráðingarnar bæði harðar og drúgvar við verkfalli og blokadum og hvøssum skuldsetingum.
Karsten Hansen sigur, at hinar ferðirnar, hann hevur samráðst, hevur hann staðið mótvegis lønarkrøvum uppá 50 - 100 og onkuntíð enntá 200 %.
?Tað sigur seg sjálvt, at slík krøv kunnu ikki vera tikin í álvara. Og eg vænti mær avgjørt, at lønarkrøvini vera lagaligari og betri undirbygd hesuferð, enn tey vóru tá.

Skal speglast aftur
Eitt, sum hann byggir tað á, er, at bæði í ár og næsta ár verður skatturin lækkaður.
?Skattalættin ger, at eitt húski, har maður og kona forvinna 180.000 - 250.000 krónur í part um árið, fær einar 10.000 krónur meiri til taks í 2004, enn tey hava nú, sigur Karsten Hansen.
Og hann ivast ikki í, at tað fer at speglast aftur í lønarkrøvunum hjá fakfeløgunum í ár.
Hann vísir eisini á, at tær báðu seinastu ferðirnar hava samráðingarnar verið eitt undantak, tí lønirnar vóru so nógv afturútsigldar í kreppuárunum.
? Hesi seinastu fýra árini hava fakfeløgini fingið so stórar lønarhækkingar, sum tey ikki hava fingið fyrr í søguni. Og tað er væl ongin, sum í fullum álvarara væntar, at lønarhækkinganar skulu vera líka høgar hesuferð, serliga tá ið skattalættin eisini verður havdur í huganum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Samstundis eru lønirnar nú komnar upp á eitt rímiligt støði, eftir at tær hava verið afturútsigldar í kreppuni og eisini tað eigur at tálma krøvini, leggur hann afturat.
Karsten Hansen leggur dent á, at tað er ikki so, at hann heldur, at Føroyar skulu vera eitt láglønarsamfelag.
Tí er tað heldur ikki so, at hann als ongi lønarkrøv væntar sær at fáa, tá ið samráðingarnar vera.Men tað skal vera máti við og tað, sum hann hevur staðið mótvegis tær báðu seinastu ferðirnar kann ikki takast í álvara, serliga nú skatturin er lækkaður.
Samstundis er prístalið ikki hækkað í tvey ár, so fólk hava munandi meiri til nýtslu nú, enn tey høvdu fyri heilt fáum árum síðani.

Eru samd innast inni
Men nú tvíhalda fakfeløgini um, at skattalætti og lønarsamráðingar eru hvør sítt, sum als onki hava við hvørt annað at gera og sum als ikki skulu samanblandast.
-?Eg vænti avgjørt ikki, at nakað fakfelag er so stívrent, at tað ikki viðurkennir, at ein skattalætti uppá 10.000 krónur til eitt húski ikki eigur at gera, at lønarhækkingarnar verða tálmaðar. Tað er heilt burturvið hjá fakfeløgunum at siga, at vit heilt skulu síggja burturfrá einum skattalætta.
Í veruleikanum ivast Karsten Hansen ikki í, at innast inni eru fakfeløgini samd við honum í hesum.
?Men tey skulu reka fakfelagspolitikk og formliga kenna tey seg kanska noydd til at hava hesi sjónarmiðini.
? Men tá ið samráðingarnar eru, ivist eg onga løtu í, at tey fara at tálma lønarkrøvini hesuferð, sigur almenni samráðingarleiðarin.
Og hann leggur afturat, at tað eru eisini onnur viðurskifti í sáttmálanum enn tey, sum hava við løn at gera, so tað er nokk at samráðast um
Fakfeløg siga, at tað er ongin meining í, at lækka skattin, men so at hækka ymisk brúkaragjøld ístaðin. Hesin politikkur fer kanska tvørturímóti at herða lønarkrøvini, tí fyrr betalti hvørt húski eitt lítið sindur til ymisk endamál yvir skattin, men nú skulu tey betala beinleiðis brúkaragjøld?
? Eg veit ikki, hvat tað er fyri brúkaragjøld, øll tosa um. Tað er rætt, at sjónvarpsgjaldið er hækkað 500 krónur um árið og at ferðaseðlarnir við Strandferðsluni eru hækkaðir eitt sindur fyri fyrstu ferð í eini 10 ár. Onnur brúkaragjøld veit eg ikki um. Barnaburðargrunnur er settur á stovn, men mær vitandi var tað eitt krav frá fakfeløgunum og samstundis er ALS gjaldið munandi lækka.
?Samstundis er tað blivið dýrari at hava børn í ansing . Men nógvar av teimum príshækkingum, sum hava verið, eru beinleiðis avleiðingar av, at lønirnar hækka. Tá ið lønarhækkingar eru, hækka lønirnar hjá petegokum eisini og tí verður tað sjálvsagt dýrari at hava børn í ansing.
? Tað sigur seg sjálvt, at tá ið lønir fara upp, verður dýrari at fáa arbeiðið gjørd og tí dyrka ymisk gjøld eisini.
Karsten Hansen sigur nú heldur hann, at samráðingarnar skulu vera í virðing fyri hvørjum øðrum og hann ivist ikki í, at báðir partar fara at vísa vit og skil fyri at forða fyri, at vit koma aftur í somu støðu, sum vit vóru í frammanundan við kreppu, uppsagnum og arbeiðsloysi, tí tað vil ongin hava. ? ? Endamálið við lønarsamráðingum má vera at varðveita framgongdina, sigur Karsten Hansen.