Suðuroyarsiglingin
Málið um, hvussu nýggja suðuroyarskipið skal síggja út, er enn einaferð útsett.
Týsdagin hevði Landsstýrið málið til viðgerðar fyri fjórðu ferð, men heldur ikki hesiferð eydnaðist tað at koma til eina niðurstøðu.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at málið var til viðgerðar bæði væl og leingi á fundinum týsdagin. Men kortini var niðurstøðan, at Landsstýrið vil hava fleiri upplýsingar í málinum , áðrenn endalig støða verður tikin.
Tað, sum Landsstýrið hugsar um, er at fáa fleiri útrokningar um fíggjarligu viðurskiftini í sambandi við byggingina.
Bjarni Djurholm sigur, at á langtíðarfíggjarætlanini eru 240 milliónir settar av til nýtt suðuroyarskip.
? Tað, sum Landsstýrið nú vil hava at vita frá Fíggjarmálastýrinum, er, hvussu tað skal handfarast tekniskt, eitt nú í sambandi við fíggjaræatlanina , um meiri peningur skal brúkast til ætlanina.
? Annars er allar fíggjarligar metingar longu gjørdar, so málið er búgvið at taka støðu til. Men niðurstøðan er so, at Landsstýrið vil hava fleiri fíggjarligar útrokningar og lýsingar av málinum, og tað fari eg ikki at seta meg ímóti , sigur Bjarni Djurholm.
Sjálvur heldur hann tískil ikki, at tað er nøkur orsøk til at senda málið útaftur í Fíggjarmálastýrið , tí allar útrokningarnar eru gjørdar.
? Tað mest einfalda hevði stutt og greitt verið at lagt eitt uppskot fyri tingið um at byggja eitt ávíst skip, sigur hann.
Annars heldur hann, at landsstýrið eigur at avgreiða málið nú.
? Tað er ikki Vinnumálastýrið sum ger, at málið dregur út, tí nú eru tað skjótt tveir mánaðir síðani, at vit avgreiddu málið til Landsstýrið at taka støðu til.
Sigur onki enn
Enn vil Bjarni Djurholm ikki siga nakað um, hvat skip, hann hevur mælt landsstýrinum til at byggja.
Hann sigur tó so mikið, at ávísir upplýsingar í greinini í Sosialinum leygardagin, vór u ikki eftirfarandi.
Men hann vil heldur ikki siga, hvørjir upplýsingar vóru misvísandi.
Tað, sum fleiri keldur hava upplýst, er,annars, at Bjarni Djurholm hevur mælt Landsstýrinum til at byggja eitt skip, sum siglur 19 míl.
Hetta er ikki tað skipið, sum nevndin, ið hevur fyrireikað byggingina, hevur mælt til, tí hon mælir til eitt skip, sum siglur 21 míl. Í hesi nevndini hava sitið leiðslan á Strandferðsluni, umboð fyri manningina á Smyrli, umframt umboð fyri tey, sum skulu brúka skipið, nevniliga umboð fyri kommunurnar í Suðuronni og vinnulívið í Suðuroynni.
Hendan nevndin hevur síðani samstarvað við viðgitna danska projetkeringsfelagið, Knud E. Hansen og sípani eru tey komin fram til hetta ávísa skipið, sum siglur 21 míl.
Fyrr í vikuni sendu borgarstjórarnir í Suðuroynni og vinnulívsfólk greið boð norður í Landsstýrið um, at einasta loysn, sum verður góðtikin, er tað skipið, sum tann sakkøna bygginevndin hevur mælt til.
Bjarni Djurholm hevur ikki stórvegis viðmerkingar til tað. Men hann sigur, at hann kennir sjónarmiðini og hevur lagt sær tey í geyma.










