-Tað má hava verið uppreistur í Tinganesi.
Gunnleivur Dalsgarð ivast ikki í ætlanin hjá landsstýrinum, at tvinga allar føroyingar, at er eitt úrslit av, at Karsten Hansen hevur gjørt uppreistur í Tinganesi.
-Hann veit, at sáttmálasamráðingarnar nærkast og hann følir á sær, at nú er tað farið at sansa at. Ti hevur hann gjørt uppreistur og hevur tikið málið um eftirlønina í egnar hendur.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at trupulleikin er bara tað, at Karsten Hansen veit ikki, hvat hann hevur við at gera.
-Higartil hevur tað verið Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna og heilsumálum, sum hevur arbeitt við eftirlønarskipanini.
- Tað var eisini komið hartil, at fakfeløgini høvdu sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við málinum og at gera uppskot um, hvussu farast kundi fram, tí ein trupulleiki er, at fleiri fakfeløg hava longu eftirlønarskipanir.
- Hesin arbeiðsbólkurin er komin so langt, at hann hevði helst verðið liðugur í hesum árinum.
- Men nú hendir so brádliga tað, at Karsten Hansen ger uppreistur í Tinganesi og tekur málið úr hondunum á Helenu Dam á Neystabø, tí hann vil hava okkurt at henda, áðrenn sáttmálasamráðingar byrja aftur.
Men úrslitið verður helst tað beint øvugta av tí, sum ætlanin var.
Hetta skapar órógv í ólukkumát, sigur Gunnleivur Dalsgarð
Ørkymlaður
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta er eitt so dygt slag í andlitið á fakfeløgunum, at hann hevur valla orð fyri tí.
-Hevur fløkjan um eftirlønina verið stór, er hon nú blivin fullkomin.
Í staðin fyri at viðgerða málið sum eina eftirløn, hevur Karsten Hansen nú vavt tað saman, og gjørt tað til ein spurning um eftirløn, uppsparing og skattamál í einum.
Hann sigur, at landsstýrið hevur kunngjørt, at nú skal samband takast upp við fakfeløgini um málið.
-Hetta er sum at skjóta fyrst og spyrja aftaná. Tað er onki endamál at tosa við fakfeløgini, tá ið avgerðin er tikin.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at hann veit ikki, hvat nú fer at henda.
Hann sigur, at tað fyrsta verður at seta seg inn í ætlanin hjá landsstýrinum. Í løtuni eru so nógvir leysir endar, at tað ber ikki til at viðgera uppskotið nágreiniliga
-Men hetta er ein eykaskattur uppá 2%.Og tað fer uttan iva at ávirka samráðingarnar, sum vera í vár. Karsten Hansen eigur at vera púra greiðir yvir, at hetta fer at føra til álvarslig krøv, tá ið samráðingarnar verða aftur.
Sum er, betalir Starvsmannafelagið longu 5,5% í eina eftirlønarskipan og eina tryggingarskipan.
-Ongin veit, hvar hendan skipanin flýtur í løtuni og tað mugu vit hava greiði á, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
-Hetta er fullkomiligur ruðuleiki og eg skuldseti landsstýrið fyri ikki at vita, hvat tað ger, leggur formaðurin í Starvsmannafelagnum afturat.