Rúsdrekka
Avgjøld ? eisini tey á rúsdrekka ? hoyra undir fíggjarmálastýrið. Ovastin á fíggjarmálastýrinum er Karsten Hansen, landsstýrismaður. Fyrrverandi løgregluovastin í Klaksvík hevur fingið eitt tilmæli úr Vinnumálastýrinum, undirskrivað av Bjarna Djurholm, landsstýrismanni.
Bjarni greiddi í síðstu viku Sosialinum frá, at talan var um vanliga mannagongdin í einum tílíkum máli, sum lá til tvey stýri, tá ið hann umsitur rúsdrekkamál, og Karsten Hansen umsitur fíggjarmál.
Bjarni Djurholm segði í sama viðfangi, at málið nú hevði ligið hjá Karsten Hansen og fíggjarmálastýrinum 3/4 ár, og hann hevði eisini roynt at skunda undir málið.
Útleggingin hjá Karsten Hansen um hetta sama málið er tó ikkí heilt eins. Karsten kennir tað als ikki sum nakað samstarv millum Vinnumálastýrið og hansara egna stýrið, Fíggjarmálastýrið. Tað var á landsstýrisfundi í fjør, at Karsten Hansen fyrstu ferð frætti um ætlaðu broytingarnar.
?Á landsstýrisfundi 13. juni 2001 boðaði Bjarni Djurholm frá um ætlaðu broytingarnar á avgjøldunum á rúsdrekka. Hetta kom óvart á meg, og eg boðaði eisini løgmanni frá hesum, sum eisini gav Bjarna boð um, at málið hoyrdi undir mítt málsøki, og málið skuldi ikki fyri landsstýrið, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum kennir støðuna hjá starvsfelagnum í Vinnumálastýrinum í hesum málinum vera óhóskandi.
Á áðurnevnda landsstýrisfundi varð eisini tann prinsipielli spurningurin um hvør leikluturin hjá landsstýrismonnum skal vera í tílíkum málum, har ivi er um málsøki ella málið nertir tvey stýri. Niðurstøðan var, at landsstýrismenn skulu kunna avvarðandi landsstýrismann, áðrenn farið verður yvir um mark.
?Eg valdi ikki at gera nakað við málið, men eg kundi sjálvandi farið í fjølmiðlarnar við hesum. Tað er ein spurningur, um hetta kanska er brot á stýrisskipanarlógina, sigur Karsten Hansen.
?Eg havi so ongantíð gjørt nakað tilmæli í einum málsøki hjá Bjarna Djurholm, staðfestir Karsten Hansen.
Kenna støðuna
Hóast Karsten Hansen hevur fingið eitt tilmæli, so hevur hann ongar ætlanir um at fara víðari við málinum ? í øllum førum enn.
?Eg fari ongan veg víðari við málinum sum støðan er. Eg skal fyrst hava vissu fyri, at hetta ikki fer at økja um nýtsluna, áðrenn eg geri nakað við málið, men hetta verður ikki í næstum, sigur Karsten Hansen.
Tá tað ikki er leingi til næsta løgtingsval, er tað ein spurningur, um Karsten Hansen fer at gera nakað við rúsdrekkaavgjøldini.
?Eg seti nakrar heilt greiðar fortreytir, um eg skal gera nakað við málið. Vit skulu kanna eftir, hvat er hent aðrastaðni, og tað er týdningarmikið, at nýtslan ikki veksur, sigur Karsten Hansen, sum ikki ætlar sær at leggja nakað uppskot fyri tingið, fyrr enn hann fær hetta uppfylt.
Karsten Hansen hevur starvast sum løgreglumaður, og hann sigur seg kenna málið hiðaniífrá eisini.
-Er tað knapliga vorðið fínari at drekka vín enn øl. Tá víst verður á, at gongdin rættar seg sjálvan, hví eiga vit so at gera nakað, spyr Karsten Hansen.