Nú Rættarnevndin hevur kallað Kára P. Højgaard í samráð, og hevur biðið um at síggja sáttmálan, sum gjørdur er við Copenhagen Infrastructure Partners, fer hann at ráðføra seg við samstarvspartnararnar, ið vóru ráðgevarar undir samráðingunum.
- Tveir sakførarar frá Deloitte komu til Føroya í gjárkvøldið, og vit skulu á fund nú í morgun. Vit hava undirskrivað sáttmálan í trúðani, og tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur Kári P. Højgaard.
Forkvinnan í Rættarnevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, segði við Rás2 í gjár, at hon hevur góðar vónir um, at landsstýrismaðurin fer at vísa nevndini sáttmálan.
- Tað er júst hetta, vit skulu taka støðu til í morgun, sigur Kári P. Højgaard.
Fundurin við sakførararnar frá Deloitte skuldi verða klokkan 9.00, meðan samráðið hjá Kára P. Højgaard í Rættarnevndini verður klokkan 10.45.