Karelia farin til fiskiskap sjálvt um manningin hevur korona

Ein stórur partur av manningini er smittaður við korona

Russiski trolarin Karelia er ikki á veg heim til Russlands, sum mann annars skuldi trúð, nú stórur partur av manningini er smittaður við korona. Trolarin er farin til fiskiskap, fortelur Faroe Ship fyri in.fo í morgun, og hetta verður sambært Kringvarpinum í NEAFC-økinum norðan fyri Føroyar.

Fríggjadagin varð staðfest, at tríggir manns umborð á Karelia høvdu korona, og dagin eftir gjørdist greitt, at 23 aftrat vóru smittaðir. 30 av 77 umborð vórðu kannaðir.

Karelia fór leygardagin til Fuglafjarðar at bunkra, áðrenn trolarin sigldi avstað aftur úr Føroyum. Myndugleikarnir heittu á skiparan um at fara aftur til Russlands, men tað sær ikki út til, at áheitanin er gingin á møti.

##med2##