Karaktermorð sum politiskt vápn

Heldur enn at fyrihalda seg reiðiliga til politikkin, velur Høgni Hoydal at royna at undirgrava trúvirðið hjá politiskum mótstøðufólkum. Framferðin er djúpt óseriøs, men í Tinginum eru vit von við, at Høgni Hoydal brúkar karaktermorðið sum politiskt vápn

Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður

 

Eftir 10 ár í Tinginum er politiska høvuðsvápnið hjá Høgna Hoydal framvegis hitt sama væl kenda, nevniliga at karaktermyrða politisk mótstøðufólk og starvsfelagar.

 

Hini eru órein og lúgva

Mannagongdin hjá Hoydal tykist vera tann sama hvørja ferð. Tá hann kemur í politiskan andróður og manglar saklig politisk argument, fremur hann karaktermorð. Hann leggur mótstøðufólk síni undir bæði líkt og ólíkt.

 

Siktið við karaktermorðinum sum politiskt vápn er at undirgrava trúvirðið hjá mótstøðufólkum og á tann hátt at flyta fokus frá egnum politiskum gerðum ella mistøkum.

 

Í lesarabrævi í bløðunum leygardagin 5. juli skuldsetur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum undirritaða fyri at bera ósannindi um tað, sum fór fram á Chrsitiansborg framman undan 11. juni í ár.

 

Hetta var dagurin, tá umhvørvisnevndin í Fólkatinginum tók formliga avgerð um at taka undir við einum uppskoti í Altjóða Hvalaveiðunevndini (IWC) um at stovna eitt stórhvalareservat á sunnaru jarðarhálvu.

 

Mynstrið er hitt sama. Tá maðurin er kroystur, eru tað hini, sum eru órein og lúgva. Hetta er ikki einum landsstýrismanni verdugt og minnir um barnalótir.

 

Eftir ríkisfundin herfyri ásannaðu bæði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at landsstýrið og Norðuratlantsbólkurin, har Tjóðveldi hevur lim, hava gjørt ov lítið til tess at ávirka samstarvsfelagar í Fólkatinginum í spurninginum um hvalareservatið.

 

Reaktiónin hjá Høgna Hoydal var kend frammanundan – nevniliga at skuldseta Fogh fyri ósannindi og spindoktarí og at tiga orðini hjá løgmanni burtur. Karaktermorð og fokusflyting.

 

Vinfólkini hjá Høgna gingu móti landsstýrinum

Undirritaði vil ikki spilla tíðina hjá lesaranum við at leggja seg út í eitt ófruktabart kjak við landsstýrismannin.

 

Tey, sum vilja hava tann rætta samanheingin uttan grugg frá Høgna Hoydal, kunnu lesa útførligu greinina í Dimmalætting tann 28. juni undir yvirskriftini "Sjúrður Skaale eigur apuna". Sama grein er at finna her: HYPERLINK "http://www.dimma.fo/bloggan/edmundjoensen" www.dimma.fo/bloggan/edmundjoensen.

 

Tó vil eg vísa aftur skuldsetingunum um at bera ósannindi.

 

Í stuttum kann staðfestast, at tað var partur av Norðuratlantsbólkinum og politisku vinfólkini hjá Høgna Hoydal í Danmark, sum bóru málið um stórhvalareservatið ígjøgnum Fólkatingið.

 

Høgni Hoydal gjørdi onki fyri at ávirka síni politisku vinfólk í Danmark upp undir avgerandi fundin um stórhvalareservatið á Christiansborg tann 11. juni í ár.