Kappróðurin á ólavsøku skal vera eitt upplivilsi

Tað skal verða hugnaligari og stuttligari hyggja at kappróðuri á ólavsøku

Kappróðurin á Ólavsøku í Havn skal endurnýggjast.

Tað hevur nevndin, sum fyrireikar kappróðurin, sett sær fyri.

 

Higartil hevur tað verið Havnar Róðrarfelag einsamalt, sum hevur skipað fyri kappróðrinum á ólavsøku.

Men nú er gjørt av, at øll trý róðrarfeløgini í høvuðstaðnum, Havnar Róðrarfelag, Knørrur og Argja Róðrarfelag, skulu skipa fyri ólavsøkuróðrinum í felag.

 

Í hesum sambandi er ein nevnd við umboðum úr feløgunum, sett at skipa fyri kappróðrinum.

 

Ein av nevndarlimunum, Magnus Gaard, sigur, at nevndin arbeiðir við eini ætlan fyri, hvussu kappróðurin kann endurnýggjast, so at tað verður hugaligari og stuttligari hjá fólki at fara at hyggja at kappróðuri.

 

Magnus Gaard ásannar, at skotbráið til hesa ólavsøkuna er stutt, tí tað er so nýliga, at tað var greitt, at at feløgini skuldi skipa fyri ólavsøkuróðrinum í felag.

Men tey fyrstu úrslitini av hesi nýskipan verða kortini at síggja á ólavsøku longu í ár.

 

- Tað ræður um at fáa fleiri áskoðarar oman á róðrarøkið og tað snýr seg um at geva teimum eitt gott upplivilsi, ikki minst teimum yngru.

 

- Hann sigur, at eitt, sum verður á keiøkinum undir ólavsøkuróðrinum í ár, verður eitt barnaland, har tað ber til hjá børnum at fáast við ymiskt.

- Tað er fyri at gera tað hugaligari hjá heilum familjum at fara á keiina at hyggja at kappróðuri.  

 

Tað verða eisini sølubásar av ymsum slagi á róðrarøkinum, har tað kanska fer at bera til at keypa ein kaffimunn, eina pannukøku og annað.

Eitt annað, tey eisini hava í hyggju, er at seta benkur og borð upp.

Har kunnu fólk so sita niðri og hugna sær við práti og onkrum afturvið, og síggja róðurin á stórskíggjað, men síðani kunnu tey fara út á bryggjukantin at heppa á sínar bátar, tá ið teir koma inn um molan.

 

- Hetta halda vit er sera týdningarmikið, tí hóast kappróðurin varar í einar tveir tímar, er tað bara í eitt korter ella so, at fólk síggja nakran róður. Tískil halda vit, at tað er av sera stórum týdningi at fólk fáa góðar umstøður at hugna sær og práta ímillum róðrarnar, sigur Magnus Gaard.

 

Hann leggur afturat, at tað verður ikki fyrrenn næsta ár, at endurnýggingin fer at síggjast av álvara.