Tað er ikki bara í Føroyum at fyrireikingarnar til kappróðrarárið eru byrjaðar, á Smyrli í Keypmannahavn sóknast tey eftir róðrarfólki, at hjálpa teimum í kappingini um gull fyri Old Boys á reggataðum kring Danmark.
Fimm kappróðrar verða í ár. Odense Regatta 17. mai 2014, Norðhavns Regatta 24. mai 2014, Ishøj Regatta 14. juni 2014, Knørrur Regatta 30. august 2014 og Sorø Regatta 13. septembur 2014.
Manningin venur eina tíma umborð tvær ferðir um vikuna, sigur Edmund Jacobsen, ið er bátsformaður á Smyrli.
Smyril er ein góður bátur, lættur, seks-mannafar, og vann 4 gull merkið í 2013 í Danmark, og hevur vunnið nógv í Føroyum. Men enn mangla tveir mans fyri at fáa bátin fullmannaðan.
Manningin, ið er umborð higartil er Edmund Jacobsen, Thormund Andrassarson Poulsen, Petur Hansen og Hans Vilhelmsen.
Við róðrið situr Helena Maria Jacobina Strøm.
Edmund sigur, at tey leita eftir tveimum rógvarum, ið skulu vera 35 ella eldri.