Jóannes Hansen
----
Kappróðrarárið 2013 er komið so mikið langt, at nú er bara finalan á ólavsøku annan sunnudag eftir. Seinastu ferðirnar hevur tað ikki gingið væl við róðrunum. Tað var ikki gamalt at kapprógva um kvøldarnar, men soleiðis hevur tað verið tvær tær seinastu ferðirnar. Klokkan var farin av hálvgum níggju, tá ið 10-mannaførini fóru um málið á varmakeldustevnu í Fuglafirði næstsíðsta sunnukvøld, og leygarkvøldið var tað eisini komið væl út á kvøldið, tá ið 10-mannaførini komu á mál í Sørvági.
Eyðun Petersen er formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Hetta er felagið, sum hevur eina flest og kanska flestar manningar í hesum róðrarárinum. Formaðurin sigur seg hava eina greiða kenslu av, at um gongdin framvegis verður tann, sum hon hevur verið seinastu ferðirnar, so er kappróðurin við at avhøvda seg sjálvan.
-Vit eru í kapping við aðrar ítróttargreinar og so nógv onnur frítíðartilboð. Um tey, sum brúka stóran part av árinum at fyrireika seg til kappingar kenna, at karmarnir og fyrireikingarnar als ikki liva upp til tað, sum tað í dagsins samfelag eigur at verða roknað við, so tíma tey ikki meir, og samstundis verður tað ógvuliga torført at fáa nýggjar rógvarar at bjóða seg fram. So her er neyðugt at taka annað skinn um bak og tað beinanvegin.
Hvat hugsar tú um?
-Eg hugsi um at fáa skil á karmunum soleiðis, at teir eru í samsvari við áhugan fyri at rógva, og eg hugsi um formligu ásetingarnar. Í tí fyrra førinum snýr tað seg um í hvørjum økjum kappróðurin skal vera. Her er neyðugt at rætta upp á tingini. Í ár hevur tað verið soleiðis, at annar hvør róður hevur verið á plássum, har feløgini, sum hava havt ábyrgdina av at fyriskipa, als ikki hava luttikið í róðrinum. Fjarðastevna var á Skála, sundalagsstevna var í Hvalvík og nú var vestanstevna í Sørvági. Felags fyri hesi trý plássini er, at tey ongan bát høvdu við í kappróðrinum. Tað sigur nakað um áhugan fyri róðrinum. Tey hava í fleiri ár vitað, at kappróðurin fór at vera hjá teimum í ár, men kortini hevur tað ikki borið teimum til at bjóða seg fram.
Men tey kunnu vera eins góð at fyrireika fyri tað?
-Tað er møguligt, men tíðir broytast, og í Sundalagnum høvdu tey stóran bátafestival stutt frammanundan sundalagsstevnuni, og í Sørvági hava tey fyri stuttum havt countryfestival. Leygardagin spældi veðrið ikki við, men tað var heilt týðuligt, at felagið og bygdin als ikki vóru før fyri at taka ímóti FM kappróðri. Fasilitetirnir á landi vóru ikki, sum teir skuldu vera, fyrireikingarnar vóru ikki sum tær skuldu vera á landi, og fasti starturin var ikki, sum hann skuldi vera. Veðurforsøgnin var ikki góð, men tíðliga seinnapartin var veðrið betri, enn tað var fráboðað. Tí átti tað at verið hildið fram við FM róðrunum beinanvegin, eftir at barnaróðurin var liðugur. At tað so var fasti starturin á 500 metrum, sum skuldi flytast út á 1000 metrar, og at tað so var neyðugt at leggja hann í tveimum umførum, var orsøk til, at hetta var ein kappróður, sum á ongan hátt kveikti undir áhugan millum rógvarar og áskoðarar, sigur Eyðun Petersen, formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum leggur aftrat, at sørvingar løgdu ikki tað í fyrireikingarnar, sum tað eigur at vera væntað, og RSF livdi á ongan hátt upp til sínar skyldur, tá um eftirlit, fyriskipan og atgerðir ræður:
- Vóru fyrireikingarnar upp á pláss, var róðurin liðugur, áðrenn illveðrið kom (tað var jú væntandi sambært forsøgnunum), og tá so illveðrið kom, so bleiv ikki tikið atlit til ítróttina, annað enn, at man fór ikki útum 1000 metrar. RSF má geva eina frágreiðing, so vit skilja, hvussu tað ber til at koma í hesa støðuna yvirhøvur, sigur Eyðun Petersen, sum rósar teimum báðum monnunum, sum í nógvar tímar royndu at fáa tað at bera til inni við dráttin og teimum, sum baksaðust úti á fjørðinum í vánaligum umstøðum.
Nýtt konsept
Formaðurin í størsta kappróðrarfelagnum í landinum heldur, at tað nú skal leggjast til rættis av nýggjum, og at tað skal gerast við kappróðrinum í huga og ikki øllum øðrum, sum kortini ikki er nakað serligt.
-Eitt nú eiga róðrarnir at vera, har tað eru bestu karmarnir. Umframt í Klaksvík og á ólavsøku, sum er sjálvsagda finalan, so haldi eg, at tað eigur at vera róð í Trongisvági, í Kollafirði, á Skála ella Vestmanna, í Vágum har tað er best lívd fyri veður og vind og so á hvørjum ári í Fuglafirði og á eystanstevnu á Skálafjørðinum. Tað er ein stór andsøgn í, at felagið hjá okkum luttekur við flest manningum av øllum, at vit eiga fyrireikarar, sum aftur og aftur hava prógvað, at teir eru stak væl skikkaðir, at vit hava eitt tað besta róðrarøkið, og at vit bara annað hvørt ár eru vertir fyri FM kappróðri, vísir Eyðun Petersen á.
Hann heldur eisini, at tey í Róðrarsambandinum eiga at vísa størri dirvi í at taka avgerðirnar, sum eru neyðugar at taka, og at tað eigur at síggjast betri, at vit og skil verður nýtt:
-Tá ið kappróðurin var í Fuglafirði søgdu allar veðurforsøgnir, at tað fóru ikki at vera líkindi at rógva leygardagin. Eg eri ættaður har inni frá, og fyrrapartin fór eg inn fyri at kanna líkindini. Eg tosaði við royndan útróðrarmann, sum segði, at tað var ikki hugsningur um at rógva. Men róðurin varð ikki avlýstur, og so fóru vit – við ringum tannabiti – undir fyrireikingarnar til dagin. Hjá okkum byrjar róðrardagurin við, at 70 fólk hittast í neystinum, har vit eta morgunmat saman, áðrenn vit fara avstað við bátunum. Ein sovornan dag átti róðurin nógv fyrri at verið útsettur til sunnudagin. Tað átti hann eisini at verið í Sørvági. Tá ið ein dagur er ringur, so er tann næsti í Føroyum góður. Tað fingu vit aftur staðfest í gjár, og Róðrarsambandið hevur jú heimildina at útseta. Um tað var neyðugt, so hevði tað einki gjørt, um róðurin var útsettur nakrar dagar aftrat. Tað týdningarmiklasta er, at kapprógvararnir hava góðar umstøður, so tað ikki er tilvildin, ið ger av, hvussu úrslitið verður. At tað er soleiðis er harmuligt, tá ið havt verður í huga, at tey hava vant síðani eina ferð í vetur.
Neyðugt við broytingum
Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinum sigur, at teir hava fingið fleiri ítøkiligar spurningar frá formanninum í Kappróðrarfelagnum NSÍ, og at teir nú fara at svara teimum.
-Vit eftirmeta altíð saman við lokalu fyrireikarunum, sum vit nú fara at tosa við. Í ásetingunum er tilskilað, hvussu tað skal farast fram í sambandi við róður. Har verður sagt, at Róðrarsambandið skal vera á staðnum og kunna fyrireikararnar í vikuni undan róðrinum. Vit vóru í Sørvági í vikuni. Tá var avrátt, at fasti starturin skuldi roynast fríggjadagin. Nú aftaná kunnu vit seta spurnartekin við, hvussu tað var við tí. Høvuðsorsøkin til seinkingina var, at fasti starturin ikki varð lagdur á róðrarøkinum soleiðis, sum hann átti at verða lagdur, og at fasti starturin ikki var lagdur á 500 metrar og 1000 metrar, sum hann eigur at vera, men á 500 metrar og 2000 metrar.
Hvat sigur tú til sjónarmiðini hjá formanninum í Kappróðrarfelagnum NSÍ?
-Eg eri samdur í, at tað er neyðugt at hugsa meiri um róðurin og minni um stevnurnar. Tað vil siga, at tað eigur at verða róð í bestu róðrarøkjunum. Hetta hevur ofta víst seg at vera eldfimt at tosa um, og vit hava ivaleyst verið ov lagalig. Tað er aðalfundurin, sum tekur avgerðirnar, men vit í nevndini fara at leggja uppskot fram um broytingar. Hesa ferð var kappróðurin í Vágum. Í tí sambandi kann eg skoyta uppí, at fyri nøkrum árum síðani – tað var áðrenn eg kom í nevndina í Róðrarsambandinum – bar eg upp á mál, at kappróðurin í Vágum var á vatninum. Tá fall tað ikki í góða jørð. Hvussu tað verður við tí, veit eg ikki, men – sum Eyðun sigur – so eru viðurskiftini broytt nógv. Onnur tiltøk enn traditionellu summarstevnurnar eru komin aftrat, og tú hevur eina kenslu av, at summi so at siga hanga upp á kappróðurin. Men vit í Róðrarsambandinum mugu arbeiða við at sleppa hesum bindingunum, um tað er neyðugt fyri at fáa kappróðurin í betri karmar og umstøður. Tað er kappróðurin, sum vit í varða av, mugu hugsa um og ikki alt møguligt annað, ið hongur uppi í, sigur Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya.
-------