Kappróðurin fær allar bestu umstøður í Álakeri

Umboð fyri Tórshavnar havn og formaðurin í Vinnunevndini hava greitt kappróðrarfólkum frá einum tillagaðum uppskoti um Álaker, sum í størri mun gongur ynskinum hjá Havnar Róðrarfelag á møti

Byggiætlanin fyri bátahavnina í Álakeri verður tillagað, tí kappróðurin skal hava allar bestu umstøður í nýggju bátahavnini. Hesum havi eg greitt kappróðrarfólkunum frá á fundi í kvøld.  

Nýggja ætlanin ber við sær, at bátadrátturin verður lagdur beinleiðis frá kappróðrarneystinum út í sjóvarmálan. Í fyrru tekningunum var drátturin forskotin nakað í mun til neystið hjá Havnar Róðrarfelag, og nevndin í felagnum ynskti at broyta hetta.

Hesum ynski gingu vit sjálvsagt á møti, tí kappróðurin hevur so sera nógv ár á baki í Álakeri, og kappróðurin skal sjálvandi ikki skumpast til viks í útbyggingini. Harumframt høvdu kappróðrarfólkini ynski um nakrar tillagingar aftrat á fundinum í kvøld. Avtalað er, at vit taka hesi ynski við í eina umtekning, og so hittast vit aftur at taka støðu til nýggju tekningarnar.          

Vit vilja hava bæði kappróðrarfólk og øll onnur at trívast í nýggju bátahavnini í Álakeri, sum verður ein nýggj perla í høvuðsstaðnum.   Niels Kári Samuelsen, sum umsitur smábátahavnirnar í Tórshavnar havn, var – saman við mær sum formanni í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, ið varðar av Tórshavnar havn – á  fundinum við limirnar í Havnar Róðrarfelag og onnur áhugað, har Niels Kári legði tillagaðu ætlanina fram.  

Tað eru sløk átta ár síðani, eg fyrstu ferð skjeyt upp at byggja eina bátahavn í Álakeri, og eg fegnist stórliga um, at hetta nú verður veruleiki.